Jógvan á Lakjuni er helst tann tingmaður, sum hevur ringast við at góðtaka, at samkynd fólk fara at fáa rættindi, meðan ein borgarlig samgonga situr. Tað man svíða illa hjá honum, at tingfólk í Fólkaflokkinum taka undir við hesum máli, sum Jógvan á Lakjuni hevur barst ímóti við hond og fót.
Tað var annars Miðflokkurin, sum hótti við at slíta samgonguna, um samgongufólk atkvøddu fyri málinum – eisini við aðru viðgerð. Miðflokkurin tykist vera gliðin á glíðibreytini og er ikki eins stívrendur í málinum, nú Annika Olsen eisini er farin í part við andstøðuni – soleiðis at sjálvt atkvøðan hjá Kristin Michelsen er farin fyri skeyti.
Tað hava verið ymsar konspirtiónsteoriir um, hvussu Fólkaflokkurin kann loysa knútin við Anniku Olsen. Onkur hevur nevnt møguleikan, at tvey landsstýrisfólk fara úr landsstýrinum fyri at taka sæti á tingi – soleiðis, at Annika Olsen ikki sleppur at atkvøða við 3. viðgerð. Men tað hevði verið mett sum valdsmisnýtsla – tó at tað er lógligt og teknist væl ber til.
Men hyggur tú í skránna hjá Løgtinginum fyri dagin í dag og í morgin, so er málið um sammøður als ikki á skrá. Tað er løgtingsformaðurin, sum setir dagsskránna fyri fundin. Og hann hevur sett onnur mál á tingfundin í dag, og í morgin er bara 3. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini – sum plagar at vera tað síðsta á skránni, áðrenn tingið fer í jólafrí.
Tað hevði eisini verið mett sum valdsmisnýtsla, um løgtingsformaðurin við vilja súltar málið, so tað ikki kemur til viðgerðar.
Men sambært skránni, so er málið ikki á skrá – um enn skráin sjálvandi kann broytast til í morgin.
Greitt er, at tað stendur á gomlum nøglum hjá samgonguni, sum stendur at bresta. Spurningurin er bara nær...