Málið útsett

Dómur í málinum millum Føroya Fiskimannafelag og Óla Jacobsen er útsettut til 23. Januar. Av Dómaraskrivtovuni verður upplýst, at tað er danski dómarin, ið hevur biðið um útsetingina.

 

Dómur í málinum millum Føroya Fiskimannafelag og Óla Jacobsen er útsettut til 23. Januar. Av Dómaraskrivtovuni verður upplýst, at tað er danski dómarin, ið hevur biðið um útsetingina.

 

Danski dómarin hevur biðið partarnar útvega sær nøkur skjøl afturat, ið hann metti manglaði. Hesi skjølini vildi hann fegin hava, áðrenn dómur varð avsagdur, og tí er dómur í málinum fyribils útsettur til 23. januar.

 

Óli Jacobsen hevur stevnt Føroya Fiskimannafelag, eftir at Føroya Fiskimannafelag tók pensjónina frá fyrrverandi formanninum. Føroya Fiskimannafelag ákærdi Óla Jacobsen fyri at verða illoyalur, eftir at hann, eftir teirra tykki, vitnaði fyri reiðarafelagnum og ímóti Fiskimannafelagnum í einum rættarmáli.

 

Málið um pensjónina var fyri í Føroya rætti í desembur mánaði. Dómur skuldi fella 5. januar, men er so útsettur fyribils til 23. januar.