Málslúkurin heldur fram

34 ára gamli Clayton Soares og ÍF hava skrivað undir nýggjan sáttmála

 

 

Við 36 málum í teimum 54 dystunum, sum hann higar til hevur spælt við ÍF, er einki at siga til, fuglfirðingar fegnir vilja halda fast í Clayton Soares.

 

Í kvøld hevur felagið so eisini boðað frá, at sáttmálin við Soares er longdur, so hann eisini er galdandi fyri 2014.

 

Í fjør var Clayton Sorese toppskjútti í Effo-deidlini, og hann varð eisini kosin ársins spælari. Samanlagt hevur hann spælt 267 dystir í føroyskum fóbólti, og hevur hann skotið ikki færri enn 182 mál í hesum dystunum.