Malta fer sum fyrsta land í Evropa at loyva kannabis

Eitt nú fer Malta at loyva feløgum við upp til 500 limum at kunna ganga saman um at dyrka kannabis

 

Við ávísum avmarkingum fer Malta sum fyrsta land í Evropa at gera tað lógligt at nýta kannabis til egna nýtslu.

Tað er greitt eftir atkvøðugreiðslu í landsins tjóðartingi í dag.

Onnur lond, teirra millum Spania og Holland, loyva longu í ávísum mun nýtslu og dyrking av kannabis. Í Danmark hevur síðani 2018 verið ein royndarskipan, hvar virki hava kunnu fingið lyovi at dyrka kannabis, sum skal brúkast sum heilivágur eftir læknaávísing.

Men nýggja lógin á Malta verður loyvt privatum at hava sjey gramm av kannabis í varðveitslu.

Harumframt verður loyvt at hava fýra plantur í heimi tínum.

Tað verður eisini møguligt at gera feløg við upp til 500 limum, sum kunnu ganga saman um at dyrka kannabis.

Feløgini mugu ikki vinna pening, og bara limir mugu hava atgongd til planturnar.

Robert Abela, forsætisráðharri, vil við tiltakinum gera nakað við lógarbrotini, sum eru við ólógligum handli við rúsevnum.

– Vit lóggeva fyri at gera nakað við trupulleikan. Tilgongd okkara snýr seg um at minka skaðarnar við at regulera økið, so fólk ikki verða noydd at fara á svarta marknaðin fyri at keypa kannabis, sigur Abela.

Lógin krevur, at forsetin góðkennir hana.

Tiltakið á Malta kemur, millum annað eftir at Luxemburg kom við líknandi uppskoti.

Eisini nýggja stjórnin í Týsklandi ætlar at gera nýtslu av kannabis lógliga sum heilsubót.

/ritzau/AFP