Nú hevur Malta tikið seg fram um Føroyar á nýggja styrkislistanum hjá altjóða fótbóltssambandinum FIFA.
Hetta er fyri fyrstu ferð í fleiri ár, at Malta er at finna omanfyri Føroyar á listanum.
Føroyska A-landsliðið er farið seks pláss aftur á listanum í ár, og tá Malta samstundis bert er farið eitt pláss afur, eru teir nú eitt pláss frammanfyri Føroyar.
Føroyar verða nú mettar sum nummar 118 av teimum 202 skrásettu fótbóltstjóðunum, og hinar smátjóðirnar í Europa, Luxembourg, Liechtenstein, Andorra og San Marino, eru framvegis aftanfyri Føroyar á listanum.
Ovast á listanum er Brasil, síðani Frakland, Kekkia, Spania, Argentina, Italia, Portugal, Holland, Týskland og Noreg, sum er nummar 10. Danmark er nummar 16, Svøríki nummar 18, Finnland nummar 51 og Ísland nummar 56.
Styrkislistin hjá FIFA verður kunngjørdur eina ferð um mánaðin.