Teir eru farnir at hvíla seg á Tórsvølli, har Føroyar hava vitjan av Malta.
Føroyar vóru greitt omaná ímóti Malta, og tað bar 1-0 leiðslu við sær, tá ið Klæmint A. Olsen við høvdinum sendi bóltin í málið.
Tá var hálvur tími farin, og síðani mistu føroyingarnir takið. Malta vann yvirvág í spæli og megnaði at mynda málmøguleikar.
Átta minuttir undan steðginum eydnaðist tað Malta at javna. Álopið í vinstru var fínt, og eftir innlegg var Jürgen Degabriele púra leysur á brotssparksblettinum, tá ið hann við innarusíðu setti bóltin dygst úti við handara stólpan.
Tveir minuttir undan steðginum var um reppið, at Malta við fínum langskoti legði seg á odda, men Gun ar Nielsen bjargaði til horna.
Meðan føroyingar eru í dystarvening, tí teir síðstu vikurnar hava luttikið í Europa og landskapping, so hava maltesar ikki spælt týdningarmiklar dystir í tað mesta av einum hálvum ári.
Spurningurin er, hvussu hetta fer at síggjast í seinna hálvleiki.
Fyrsta hálva tíman vóru Føroyar greitt omaná. Tað bar fleiri stórar møguleikar við sær og 1-0 leiðslu.
Í 25. minutti eydnaðist tað at fáa bóltin í málið. Álopið var í høgru, har Jóannes Bjartalíð spældi til Sølva Vatnhamar, sum spældi til handara stólpa, har Klæmint A. Olsen við høvdinum stýrdi bóltin í handara síðunetið.
Frammanundan høvdu Føroyar tríggjar heilt stórar møguleikar:
Tann fyrsti var, tá ið Jóannes Bjartalíð eftir sending úr vinstru varð leysur innanfyri miðverjuna. Tíverri fekk hann ikki tak á bóltinum, tá ið hann ætlaði at stýra hann í málið, og so endaði tað við málsparki.
Næsti møguleikin var, tá ið eitt lítið korter var farið. Jóannes Bjartalíð vann bóltin dygst frammanfyri miðstrikuna í høgru, komin fram ímóti brotsteigarmarkinum legði hann flatt upp á tvørs, har Brandur H. Olsen beinanvegin sendi eitt sindur til vinstru til Klæmint A. Olsen, sum var púra leysur í brotsteiginum, tá ið hann smekkaði til, men málverjin bjargaði.
Og so var tað, at Jóannes Bjartalíð eftir langa framlegging úr høgru, rak seg ímóti málverjanum. Hann setti bóltin framvið málverjanum, men tíverri trillaði bólturin dygst framvið handaru stólparótini.
https://www.dystir.fo/InfoDystarGreiningar/2119
Føroyar – Andorra (1-1) kl. 19.45
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Meinhard E. Olsen – Klæmint A. Olsen