Malveitsla á Sevmýri

Ikki færri enn átta mál vórðu skotin, tá NSÍ vitjaði hjá TB. Men hóast undirhaldsvirðið soleiðis var høgt, so fekk hvørgin parturin nýtt úrslitið til nakað serligt

Fótbóltur

Tað vóru tvey lið, sum bæði fóru eftir sigrinum, tá TB og NSÍ trakaðu inn á Sevmýri sunnudagin. Hjá TB er av álvara farið at sansa at í botnstríðnum, nú KÍ langt um leingi hevur tikið sær um reiggj.
Hjá NSÍ hava seinastu vikurnar havt við sær, at teir av álvara eru um at koma við í oddastríðið, og skuldi fruktirnar av góða arbeiðinum á heimavølli heystast, vóru tey trý stigini eitt krav.

Mált í málum, so er einki at ivast í, at talan var um ein av teimum heilt undirhaldandi dystunum, sum hava verið hetta árið.
NSÍ royndi frá fyrsta bríksli at leggja trýst á tvørámenn. Ivaleyst var sjálvsálitið frá seinastu dystunum, har teir hava syft bæði HB og B36 viðvirkandi til, at roynt varð at koma langt niðan á vøllin, og partvíst gav hetta eisini úrslit í fleiri góðum møguleikum.
Hinvegin, so gav hetta eisini TB góðar fortreytir til sítt kontra-spæl, og tá vertirnir fingu møguleikan, tóku teir í nógvum førum av.
Tað svitast tó ikki, at runavíkingarnir einamest munnu iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at avgera dystin, tá støðan var 4-3. Tvær ferðir høvdu teir opnan møguleika, sum teir tó ikki megnaðu at gera sær dælt av, og í einum trijða føri vóru teir serstakliga ónøgdir við dómarin, sum kolldømdi mál hjá Jónstein Petersen.
Og ístaðin varð tað so TB, sum fekk seinasta orðið, tá Dejan Tomic kundi stúta í kassan, soleiðis at TB fekk eitt stig burturúr.
So er spurningurin, hvørt heimamenninir kunnu vera nøgdir um hetta. Sjálvandi er tað altíð ein góð kensla, tá eitt stig verður tryggjað somikið seint, men fram um nakað, so skal TB nú skjótt til at vinna nakrar dystir. Stigatalvan staðfestir, at tað nú eru fýra stig upp til bjargingina, og avgjørdi lykladysturin í so máta tykist verða, tá TB í næst seinsta umfarinum tekur ímóti VB. Tað líkist í øllum førum eini grannauppgerð, sum er verd at tosa um.