Orlando Gill bjargaði tveimum týskum brotsspørkum og varð stóri hetjan, tá Paraguay sendi Týskland úr HM. Mynd: Alexander Hassenstein/Ritzau Scanpix

Málverjin hevði fyrireikað seg væl til týsku brotsspørkini

Paraguayski málverjin Orlando Gill var stóra hetjan, tá Paraguay sendi Týskland úr HM við sigri í brotssparkskapping.

Orlando Gill bjargaði tveimum týskum brotsspørkum og varð stóri hetjan, tá Paraguay sendi Týskland úr HM. Mynd: Alexander Hassenstein/Ritzau Scanpix

26 ára gamli Gill bjargaði tveimum týskum brotsspørkum frá Kai Havertz og Nick Woltemade, eftir at dysturin endaði 1-1 bæði eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð.

Eftir dystin segði málverjin, at hann hevði fyrireikað seg væl.

– Vit høvdu sjálvandi greinað hvønn einstakan spælara og allar smálutir um brotssparksskjúttarnar. Heldigvís eydnaðist mær at bjarga tveimum brotsspørkum. Tað er ein stórur heiður. Vit hava sent ein heimsmeistara heim, segði Orlando Gill sambært AFP.

Áðrenn brotssparkskappingina hevði Gill eisini fleiri týðandi bjargingar, meðan Týskland trýsti fyri at avgera dystin.

– Tað kendist sum ein spenningsfilmur. Týskararnir komu aftur og aftur, segði hann við paraguayska blaðið ABC sambært dpa.

Orlando Gill spælir til dagligt við argentinska felagnum San Lorenzo, men fyrst bíðar áttandapartsfinalan í Philadelphia leygardagin. Har skal Paraguay møta vinnaranum av dystinum millum Frakland og Svøríki.

Besta HM-úrslitið hjá Paraguay er úr HM-endaspælinum í 2010, tá liðið rakk fjórðingsfinaluni.

 

Orlando Gill bjargaði tveimum týskum brotsspørkum og varð stóri hetjan, tá Paraguay sendi Týskland úr HM. Mynd: Alexander Hassenstein/Ritzau Scanpix