Mamma Navalnyj farin til sibiriskt fongsul

Mamma Aleksej Navalnyjs, Ljudmila Navalnaja, fór í dag til økið í Sibria, har revsilegan IK-3 er. Tað hvar her, Putin-atfinnarin doyði í gjár.

Meðan fólk løgdu kransar og blómur til minnis um russiska andstøðupolitikararan Aleksej Navalnyj, var ikki so nógv gjørt burturúr í Russlandi av ótta fyri avleiðingum. Her eru syrgjadni, sum leggja blómur við russisku sendistovuna í Washington, DC. - Foto: Kevin Dietsch/Ritzau Scanpix

Tað skrivar blaðið Novaya Gazeta.

Ljudmila Navalnaja fór avstað móti revsileguni samstundis sum advokaturin hjá Aleksej Navalnyjs.

– Advokaturin Ivan Zjdanov var fyrr í dag áv eg til fongslið, sigur ein talskvinna fyri starvsliðið hjá Navalnyj, Kira Jarmysj.

Hon váttar, at Navalnyj, 47 ár, er deyður. Hon sipar til, at mamma Navalnyj hevur fingið eitt alment skjal ella deyðsváttan.

Fongsulsmyndugleikarnir boðaðu í gjár frá, at Navalnyj var deyður. Hann skuldi verið vorðin sjúkur og smallin í óvit eftir at hava gingið ein túr. Hóast fyrstuhjálp og royndir at uppafturlív, doyði hann.

/ritzau/Reuters