Mamma og tvey ára gamalt barn deyð eftir ákoyring í München

Ein mamma og tvey ára gamalt barn hrnnara eru deyð, eftir at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í München hósdagin, upplýsir løgreglan sambært AFP.

Eitt tvey ára gamalt barn og ein 37 ára gomul kvinna eru deyð av løstunum, eftir at ein maður hósdagin koyrdi inn í eina mannamúgvu í München.

Tað boðar løgreglan í Bayern frá í kvøld, sambært týsku tíðindastovuni dpa.

Talan er um eina mammu og barn hennara, legði løgreglan afturat, sambært tíðindastovuni AFP.

Ein 24 ára gamal maður, sum er handtikin í málinum, hevur viðgingið, at hann við vilja koyrdi bilin inn í mannamúgvuna.

Í minsta lagi 39 fólk fingu skaða í hendingini hósmorgunin.

Tvey av teimum 39 særdu høvdu fingið álvarsligan skaða, upplýsti týska løgreglan fríggjadagin. Eitt teirra var tvey ára gamla barnið. 

 

/Ritzau/