Man Johnny Depp koma til Føroya?

Á Glastonbury Festivalinum í Bretlandi um vikuskiftið var Kris Kristofferson eitt av høvuðsnøvnunum. Kendi countrysangarin er ávegis til Føroya, tí í næstum skal hann framføra á G! festivalinum. 

 

 

Á hesum festivali, sum tú kanst síggja eitt brot av við at trýst á pílin omanfyri, trínur Johnny Depp á pallin saman við Kris Kristofferson. 

 

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at heimskendi sjónleikarin, sum fleiri ferðir er kosin heimsins lekrasti maður, er við Kris Kristofferson á palli. Eisini hevur Johnny Depp mangan verið gestur á pallinum hjá øðrum heimskendum nøvnum. 

 

 

Í morgun verður tí spekulera, um Johnny Depp man fara at koma við Kris Kristofferson til Føroya eisini. Fyrireikarar av G! siga seg einki vita um tað enn. 

 

 

Hvussu er og ikki, so rigga hesir báðir í øllum førum væl saman á palli í Bretlandi. 

 

 

 

Dagført 26.juni klokkan 13.25 við nýggjum videobrotið av framførsluni. Tann fyrra varð tikin av YouTube aftur um middagsleitið í dag.