Mané tryggjaði Liverpool fyrsta sigurin

Sum væntað vann Liverpool í dag heimadystin móti Crystal Palace

Fleiri dystir hava verið spældir í ensku Premier League í dag. Dysturin sum hevði størst áhuga, var dysturin á Anfield millum Liverpool og Crystal Palace. Sum kunnugt setti Liverpool í fyrsta umfarinum heldur óvæntaði stig til, tá felagið spældi 3-3 javnleik á útivølli móti Watford.

 

Men í dag bragdaði hjá Liverpool. Endaliga úrslitið av dystinum millum Liverpool og Crystal Palace var at Liverpool vann dystin 1-0, eftir hálvleiksstøðuna 0-0. Sigursmálið hjá Liverpool skeyt senegalski Sadio Mané tá 73 minuttir vóru leiktir av dystinum, tá hann við sínum kvikleika rann frá mótstøðuleikarunum og skoraði til 1-0.

 

Talan var um uppibornan sigur til Liverpool, sum leikliga var greitt omaná, meðan Crystal Palace meira lá í verjustøðu og dúvaði uppá skjótálop. Liverpool hevði nógv fleiri málmøguleikar í dystinum, men tá støðan undir dystinum var 0-0 var tó um reppið at fyrrverandi Liverpool leikarin, Christian Benteke, fekk lagt Crystal Palace á odda 1-0.

 

Av øðrum úrslitum kann nevnast at West Bromwich hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið. Teir vunnu í dag annan sigurin á rað, tá teir vunnu 1-0 á útivølli móti Burnley. Sostatt er tað enn bert Manchester United og West Bromwich sum hava fult stigatal.

 

Úrslitini í Premier League í dag vóru hesi:

Swansea – Manchester United 0-4

Bournemouth – Watford 0-2

Burnley – West Bromwich 0-1

Leicester – Brighton 2-0

Liverpool – Crystal Palace 1-0

Southampton – West Ham 3-2