Alt bendir á, at Manchester City ein av komandi døgunum keypir 23 ára gamla brasilska málverjan hjá Benfica, Ederson Moraes. Prísurin verður væntandi um 350 milliónir krónur.
Les eisini: Aubameyang tykist seldur
Ungi málverjin skal kappast við Caludio Bravo, sum Manchester City í fjør keypti frá FC Barcelona. Hann hevur verið fyri nógvum kritikki, tí avrikini hava verið sera óstøðug. Tað spælir eisini inn, at hann avloysti vældámda Joe Hart, ið bleiv útleigaður til italska Torino.
Benfica hevur váttað, at Manchester City og Benfica eru í samráðingum um Ederson Moraes. Í løtuni verður arbeitt við at loysa eigarafløkjuna av málverjanum. Benfica eigur 50 prosent av spælaranum og gamla felagið hjá honum, portugisiska Rio Ave, eigur 30 prosent. Seinastu 20 prosentini eigur “superagenturin” Jorge Mendes. Maðurin, sum millum annað er umboðsmaður hjá Cristiano Ronaldo og José Mourinho.
Ein “triði partur”, sum tað verður kallað, kann ikki longur eiga í einum spælara. Tí skal Manchester City keypa øll rættindini til spælaran, fyri at fáa hann til felagið. FIFA bannaði í 2015 slíkum eigaraskapi, men allar verandi avtalur sleppa at verða galdandi.
Les eisini: Fyrsta stóra keypið er veruleiki
Manchester City hevur longu keypt portugisiska Bernardo Silva frá Monaco fyri áleið 430 milliónir. Tað tykist sum at Manchetser City er eitt fet frammanfyri hini stóru feløgini í Evropa, tá tað kemur til at fáa avtalur upp á pláss í summar. Higartil hava hini stóru feløgini ikki gjørt nógv um seg.