Manchester City sigraði í yvirtíðini

Eftir dagsins Premier League-dystir er Manchester City aftur á oddasessinum í Premier League.

Fimm dystir eru higartil spældir í Premier League í dag. Sætti og síðsti av dagsins dystum verður spældur klokkan 17.30, tá ið Bournemouth tekur ímóti Manchester United.

 

Fyrsti dysturin varð spældur klokkan 12.45, tá ið Norwich tók ímóti Everton. Dysturin endaði 1-1, men serliga var vert at bíta merki í, at Romelu Lukaku skoraði málið hjá Everton. Lukaku hevur nú skorað í heili sjey Premier League-dystum á rað, og er hann sostatt ,,bara" fýra dystir aftanfyri metið hjá Jamie Vardy.

 

Fýra dystir byrjaðu klokkan 15, har millum annað Manchester City tók ímóti venjaraleysa Swansea. City kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið fyrrverandi Swansea-framherjin, Wilfried Bony, drønstútaði bóltin í kassan. Líkt var til, at hetta fór at gerast einasta málið í dystinum, men í 89. minutti javnaði Bafetimbi Gomis til 1-1. City eigur tó ein góðan mann á miðuni, sum eitur Yaya Touré, og við góðum skoti, ið varð rættað av, skoraði hann til 2-1 í yvirtíðini. Úrslitið merkir, at Manchester City er fyrbils oddalið í Premier League, áðrenn Arsenal og Leicester hava spælt sínar dystir.

 

Úrslitini frá fimm teimum fyrstu dystunum í Premier League í dag standa niðanfyri.

 

Norwich - Everton 1-1

Manchester City - Swansea 2-1

Crystal Palace - Southampton 1-0 

Sunderland - Watford 0-1

West Ham - Stoke 0-0