Manchester United er mest vinnandi felagið í Onglandi

Wayne Rooney tók av møguleikanum úr ellivu metrum og syrgdi fyri, at Manchester United vann sítt enska meistaraheitið nummar 19. Manchester United var seks stig framman fyri Chelsea á stigatalvuni undan dystinum. Tveir dystir restaðu í. Fekk oddaliðið stig burtur úr vitjanini hjá Blackburn, kundi gullveitslan byrja.

 

Tað eydnaðist. Úrslitið var 1-1.

 

Blackburn legði bragdliga fyri. Tomas Kuszczal, sum loysti av Edwin Van der Sar sum málverji, var lítið sannførandi, tá Brett Emerton sendi heimaliðið á sigurskós.

 

Manchester United hevði lítið at bjóða í løtum, men í seinna umfarinum var oddaliðið við yvirutan. Tað var eitt ivasamt brotsspark, sum var atvoldin til málið. Paul Robinson, málverjin hjá Blackburn, rendi Javier Hernandez um koll í brotssteiginum. Heimaliðið mótmælti avgerðini, men dómarin Phil Dowd ivaðist ikki. Wayne Rooney javnaði við brotssparkinum.

 

Nani, Manchester United, hevði upplagdan møguleika at leggja sítt lið á odda løtu seinni.

 

Manchester United hevur seinnapartin vunnið sítt meistaraheitð nummar 19, og tað hevur einki enskt lið megna áður. Felagið, sum Alex Ferguson stjórnar, er mest vinnandi felagið í Onglandi nakrantíð.