Best sum teir á Old Trafford og stóra viðhaldsfjøldin royndu at billa sær sjálvum inn, at tað nú var gloppið, og at tað, eisini hvat stigum viðvíkur, fór at ganga móti ljósari tíðum, var aftur talan um eyðmýkt.
Í dag var Manchester United á útivølli ímóti Stoke, sum telist millum evnini at flyta niður. Manchester United er á veg til hús sum av torvheiðum, tí Stoke vann 2-1, eftir at heimaliðið var frammanfyri 1-0, tá ið tað var hálvleikt. Málið var sjálvmál eftir fríspark.
Beinanvegin í 2. hálvleiki javnaði Robin Van Persie, tá ið hann hegnisliga lyfti bóltiin upp um málverjan. Uppleggið átti Mata, sum fyrr í vikuni flutti úr Chelsea og til meistararnar. United var bara lítla løtu á javnleiki. So svaraði heimaliðið aftur, tá ið Charlie Adam við rimmar skoti sendi bóltin í málið.
Síðstu løtuna royndi Manchester United at pressa,men hóast talan var um fleiri spentar støður, so eydnaðist einki. Og so fegnaðust fyrrverandi United spælarin, Mark Hughes, og hansara menn um fyrsta Stoke sigurin á United í 29 ár!