Manchester United-fjepparar møtast í Manhattan

Nú ætla Manchester United-viðhaldsfólk at taka stigið til at stovna eitt føroyskt fjepparafelag. Fyrsta stigið verður tikið leygarmorgun í Manhattan, í Havn.

Liverpool, Newcastle og Arsenal hava síni fjepparafeløg í Føroyum. Nú verður gjørt klárt til at stovna eitt føroyskt Manchester United-fjepparafelag. United-viðhaldsfólk fara at møtast í Manhattan, leygarmorgunin 3. november kl. 11. Klokkan 12 er dystur millum Arsenal og Manchester United á skránni. Men byrjað verður kl. 11. Ætlanin hjá fyriskiparunum er fyrst at lodda dýpið hjá United-fjepparunum, um hvussu fjepparafelagið eigur at skipa seg, og hvørji tiltøk ein eigur at leggja seg eftir at skipa fyri. Eyðsýnt er, at túrar til Old Trafford standa ovast á ynskilistanum hjá øllum United-fjepparunum. Eisini ætla stigtakarnir at venda tingum, sum viðurkenning frá Manchester United, heimasíðu, og hvussu arbeiðið skal skipast. Men givið er , at hetta arbeiðið krevur undirtøku frá United-viðhaldsfólkum í Føroyum. Kl. 12 fara United-viðhaldsfólkini at hyggja saman eftir toppdystinum millum Arsenal og Manchester United. Vinnur United dystin á Emirates Stadium, fáa tey, sum eru í einari United-troyggju, boðið okkurt leskiligt til góman. Talan verður tá um vørur frá Føroya Bjór. Tá føroyskir Arsenal-fjepparar stovnaðu sítt fjepparafelag, var fult hús á Manhattan!


HS