Leygardagin vann Manchester United og Louis van Gaal ensku steypakappingina, FA Cup, men gleðin var stokkut fyri niðurlendska venjaran, ið longu mánadagin hevði mist starv sítt fyri felagið, sum hevur vunnið flest Premier League-meistaraheiti av øllum.
Leingi hevur verið gitt, at José Mourinho skal yvirtaka venjarasessin, og hóast Manchester United ikki hevur váttað hesi tíðindini, so sigur bretska Sky Sports, ið plagar at hava grein í sínum máli, at José Mourinho fyrr í dag hevur undirskrivað ein trý ára sáttmála við Manchester United.
Sambært upplýsingunum hjá Sky Sports, so hitti Mourinho varaformannin í Manchester United, Ed Woodward, á einum hotelli í London, har sáttmálin bleiv undirskrivaður.
Mourinho hevur verið sáttmálaleysur síðani desember í fjør, tá ið hann varð koyrdur sum venjari hjá Chelsea.