Manchester United og Chelsea-stjørna farin

Fyrrverandi Manchester United og Chelsea leikarin, Ray Wilkins, andaðist í dag, 61 ára gamal.

 

Hann fekk ein hjartatilburð í farnu viku og hevur verið innlagdur síðani leygardagin. Í dag lat hann lív.

 

Ray Wilkins var liðskipari hjá Chelsea og eitt skifti hjálparvenjari hjá felagnum.

- Hann var ein av okkara størstu, kendastu og hægst virdu spælarum, sum felagið hevur fostrað, skrivar Chelsea FC á heimasíðu síni. Hann var fyrst og fremst kendur sum miðvallarspælari. Hann var einans 18 ára gamal, tá hann bleiv liðskipari hjá Chelsea.

 

Frá 1973 til 1979 spældi hann 179 dystir og skoraði 30 mál fyri Chelsea, áðrenn leiðin lá til Manchester United, har hann var til 1984. Har spældi hann 160 dystir og skoraði 7 mál.

 

Ray Wilkins spældi eisini 84 landsdystir fyri Ongland, 10 teirra sum liðskipari. Hann hevur eisini umboðað AC Milan, Paris Saint-Germain, Glasgow Rangers og Queens Park Rangers. Hann hevur verið venjari hjá QPR, Fulham, Chelsea og jordanska landsliðnum.

 

Hann vann FA Cup við Manchester United í 1983 og skotska meistaraheitið og steypakappingina við Glasgow Rangers í 1989.  Hann var hjálparvenjari hjá Chelsea, tá felagið vann Premier League og FA Cup í 2010.