Manchester United tapti í Istanbul

Champions League: Manchester United fór frá at vinna á PSG og RB Leipzig til at tapa móti Istanbul Basaksehir

Í kvøld hevur seinna hálva av 3. umfari í Champions League bólkaspælinum verið. Cheslea, Borussia Dortmund og Juventus vunnu greiðar sigrar, meðan Manchester United rendi seg í óvæntað tap í Istanbul.

Í bólki E vann Chelsea lættan 3-0 sigur á franska Rennes. Timo Werner skoraði tvær ferðir upp á heldur bílig brotsspørk í fyrra hálvleiki, sum eisini kostaði Rennes eina útvísing. í Spania stóð nógv á hjá Sevilla, sum mátti venda 1-2 til 3-2 móti russiska FC Krasnodar. Heimaliðið fekk Jesus Navás útvístan beint fyri hálvleik.

Í bolki F er Borussia Dortmund væl við aftur, eftir ein ósigur í fyrsta umfarinum. Í kvøld vann týska felagið 3-0 í Belgia móti Club Brugge. Erling B. Håland skoraði tvær ferðir. Lazio bjargaði sær ein sigur í Russlandi móti Zenit, sum bara hevur eitt stig.

Í bólki G vunnu FC Barcelona og Juventus favorittsigrar, men hjá FC Barcelona stóð nógv á. Dynamo Kyiv kom til eitt hav av málmøguleikum, men afturvendi Marc-Andre ter Stegen bjargði FC Barcelona. Cristiano Ronaldo kom ikki á máltalvuna, tá Juventus vann 4-1 í Ungarn móti Ferencvaros.

Í bólki H tapti Manchester United móti botnproppinum í bólkinum, Istanbul Basaksehir, sum vann 2-1. Bæði málini hjá heimaliðnum koma eftir verjuvillur hjá Manchester United. Anthony Martial minkar seinni um munin, men tað endar við heimasigri.

Paris Saint Germain vísur ikki finaluform í løtuni, eftir at teir tapu 2-1 í Leipzig. Gestirnir úr París komu á odda við brotssparki, sum Ángel Dí María skoraði, men uttan Neymar og Kylian Mbappe gekk ikki. Heimaliðið vann 2-1 við málum frá Christopher Nkunku og Emil Forsberg. Tað endaði við at PSG fekk tvey reyð kort við á vegnum. Bæði drissa Gana Gueye og Presnel Kimpembe blivu útvístir.