Manchester United til Danmarkar

Jürgen Klopp skal aftur til Týsklands.

Lutakast hevur eisini verið til 1/16-finalurnar í Europa League.

 

Manchester United skal til Danmarkar at spæla móti FC Midtjylland í Herning. Tottenham fáa ein verri dyst í móti italska stórfelagnum Fiorentina, meðan Liverpool og Jürgen Klopp fara aftur til Týsklands, har teir skulu spæla móti Augsburg.

 

Ein annar stórdystur er á skránni millum Borussia Dortmund og Porto, meðan Sevilla, sum hevur vunnið Europa League seinastu tvey árini skulu spæla móti norska felagnum Molde.

 

Dystirnir eru
Valencia - Rapid Vienna

Fiorentina - Tottenham

Borussia Dortmund - FC Porto

Fenerbache - Lokomotiv Moskva

Anderlecht - Olympiacos

FC Midtjylland - Manchester United

Augsburg - Liverpool

Sparta Praha - FK Krasnodar

Galatasaray - Lazio

FC Sion - Braga

Shakhtar Donetsk - FC Schalke 04

Marseille - Athletic Bilbao

Sevilla - Molde

Sporting - Leverkusen

Villarreal - Napoli

St. Étienne - Basel

 

Fyrru dystirnir verða spældir 18. februar, teir seinnu 25. februar.

Final verður spæld í Basel 18. mai.