9 ára gamli Marjus Nón úr Rituvík er úr góðum bergi brotin. Úr Rituvík stava nevniliga leikarar sum Ian Højgaard, brøðurnir Sonni og Helgi L. Petersen og málrevurin Klæmint A. Olsen. Marjus, sum somuleiðis spælir við NSÍ, er ógvuliga frammaliga í mun til sín aldur hugsar væl fótbólt, er kvikur og hevur eitt hart skot.
Summarið 2012 var hann saman við øðrum 7-8 ára gomlum til úrvalsvenjing fyri talentleitarum, sum vóru í Føroyum í sambandi við NM-kapping í Gundadali. Hetta skuldi gerast eitt snúningspunkt hjá familjuni í Rituvík, tí tað gjørdist greitt eftir venjingina, at útlendskir talentleitarar vóru áhugaðir í honum.
- Eftir venjingina kom ein maður til okkara. Hann peikaði á Marjus og segði, at hetta var eitt ordans talent og ein framtíðar miðvallari. Talentleitarin spurdi Marjus, um hann kendi Bastian Schweinsteiger og Mario Gomez. Talentleitarin erpaði sær av, at hann hevði fingið teir til Bayern München, greiðir Torleif, pápi Marjus, frá.
Undan jólum í fjør gjørdist tað meiri ítøkiligt.
- Mathias (Davidsen, venjari, red.) ringdi til mín og segði, at nú var tað álvari. Manchester United vildi sleppa at síggja Marjus. Teir vildu hava føðingardag, longd og vekt, og hetta varð sent beinleiðis til Manchester United. Teir vildu hava hann yvir og síggja hvussu støðið hjá honum var í mun til aðrar leikarar, sigur Torleif.
At byrja við duldi familjan tað fyri Marjusi, tí tey vistu ikki, hvat hann fór at siga til tað. Pápin og starvsfelagar høvdu frammanundan bílagt ferð til Liverpool at hyggja eftir Liverpool, og teir fingu lagt tað soleiðis til rættis, at Marjus – sum eisini skuldi við til Liverpool – royndarvandi við Manchester United á hesum sama túri.
Fáar dagar undan fráferð greiddu tey soninum frá um støðuna, og hann gjørdist tíbetur ógvuliga spentur. Heima við hús í Rituvík varð prátað nógv um hesa spennandi royndarvenjingina, men Marjus var ikki so glaður fyri tað.
- Mamma, hví tosar tú bara um Manchester United? Eg haldi við Liverpool, segði hann ilskur við mammuna eina dagin.
Hósmorgunin í undanfarnu viku upprann dagurin, ið Marjus hevði glett seg til. Hann møtti á The Cliff Training Ground hjá Manchester United, har hann fekk venjingarbúna og rann á vøllin at venja við einum av heimsins størstu feløgum. Á hesum sama vølli eru David Beckham, Paul Scholes, Ryan Giggs og aðrir frá gylta 90-ara liðnum uppaldir.
Marjus vandi við leikarum, sum vóru eitt og tvey ár eldri enn hann sjálvur. At byrja við helt Marjus seg aftur og serliga enska málið var ein forðing, men hann fall so við og við væl til og hann gjørdi tað eisini framúr gott í innanhýsis venjingardystum, har hann í eina dystinum skeyt heili fimm mál.
Eftir royndarvenjingina søgdu venjararnir, at teir mettu Marjus vera ein góðan leikara, men annars vórðu ikki nærri ætlanir lagdar um framtíðina meiri enn tað, at felagið hevur tryggjað sær, at Mathias Davidsen skal halda fram við at venja hesar serliga evnaríku smádreingirnar og at eyga annars verður hildið við teimum.
Fyribils ætlar familjan sær ongan veg, um Marjus fær tilboð úr útlandinum, men tað kann skjótt broytast.
- Eg meti ikki, at vit fara nakran veg meðan hann er 10 ella 11 ára gamal, men um hann gerst 12 og áhugi framvegis er úr útlandinum, so fari eg í øllum førum at umhugsa tað, sigur pápin, Torleif, áðrenn kona hansara leggur afturat:
- Hann má vera klárur til tað. Ein kann ikki leypa avstað við báðum beinum, sigur Sigrun.
Drúgva samrøðan við Marjus og foreldrini kann lesast í Sosialinum, sum í dag varð borin í øll hús.