Manchester United vinnur ikki á heimavølli

Manchester United hevur nú ikki vunnið á heimavølli í Premier League síðani síðst í september

Eftir ein sannførandi 4-0 sigur á Feyenoord hóskvøldið, var tað væntandi, at Manchester United í dag fór at byggja á góða sigurin, tá teir á heimavølli spældu móti West Ham.

 

Men dysturin var mestsum ikki byrjaður, tá Manchester United fekk sum vátan vøttin frammaná. Longu í fyrsta minuttinum løgdu gestirnir úr West Ham seg nevniliga á odda 1-0, tá Diafra Sakho skallaði eitt fríspark í netið frá Dimitri Payet.

 

Sum heild var Manchester United gjøgnum allan dystin klárt omaná leikliga, men Manchester United hevði trupulleikar við at umseta málkjansirnar til mál. Tó varð tann eini málkjansurin umsettur til mál. Málið fekk Zlatan Ibrahimovic miðskeiðis í fyrra hálvleiki, eftir frálíkt upplegg frá Paul Pogba.

 

Í seinna hálvleiki fekk Manchester United eisini í tí eina førinum bóltin í West Ham málið, men Jesse Lingaard var rangstaddur.

 

Dysturin endaði tí við 1-1 javnleiki, sum Manchester United ikki fær brúkt til stórvegis. Hetta var triði dysturin á rað á heimavølli í Premier League at tað ikki eydnast Manchester United at vinna. Teir skulu nú leita sær aftur til 24.september fyri at finna seinasta sigurin á heimavølli í Premier League, tá teir vunnu móti Leicester.

 

Ein annar dystur hevur eisini verið spældur í kvøld. Hann var á St Mary’s Stadium, har Southampton tók ímóti Everton. Tann dystin vann Southampton 1-0 við máli frá Charlie Austin, sum longu kom í fyrsta minutti.

 

Úrslitini um vikuskiftið bera við sær, at munurin millum Manchester United og hini oddaliðini í Premier League nú støðugt økist.

 

Úrslitini í dag:

 

Watford – Stoke 0-1 (0-1)

Arsenal – Bournemouth 3-1 (1-1)

Manchester United – West Ham 1-1 (1-1)

Southampton – Everton 1-0 (1-0)