Mandela - hugtak og ímynd

Mandela er vorðin hugtak og ímynd. Hann hevur fingið eina einastandandi støðu í heimlandinum eins væl og í heiminum sum heild. Mandela er vorðin ímyndin um demokrati, tolsemi, fyrigeving, humanismu og víðskygni - ein fyrimynd hjá ungum sum eldri.

Mandela 90 ár

 

Jan Müller og Jóannes Dalsgaard

 

Í dag tann 18. juli verður heimsins mætasti núlivandi statsmaður, mannarættindastríðsmaður, humanistur og frælsishetja, Nelson Rholihlalha Mandela, níti ár. Mandela er av høvdingakyni úr Xhosamæltu Tembu ættini í Transkei í Suðurafrika. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og fór sum ungur undir at stríðast móti apartheidstýrinum í Suðurafrika.

 

Sum advokatur hjá teimum mongu, sum vóru kúgað ella illa viðfarin av harðrendu apartheidyvirvøldini, gjørdist hann alt meira politiskt tilvitandi og fór í 1944 upp í frælsisrørsluna, African National Congress, ANC, og í 1949 gjørdist hann ein av oddamonnunum í rørsluni.

 

Tey fyrstu mongu árini var Mandela hugtikin av politisku heimspeki Gandhis og var sostatt ímóti at nýta vald og harðskap í stríðnum móti apartheid. Men so í 1960 hendi nakað, sum avgerandi broytti politisku hugsjón hansara. Hetta árið hevði apartheidstýrið framt eina lóg, sum álegði øllum litaðum og svørtum suðurafrikanum at bera pass. Henda avgerð kendist eins eyðmýkjandi og hon gjørdi mannamun, og hon elvdi til ein stóran men friðarligan mótmælisfund í býnum Sharpville, har fundarfólkið brendi passini. Løgreglan, sum var á staðnum, fór knappliga at skjóta við skørpum eftir mannamúgvuni, og fólk í hundrað tali, herímillum kvinnur og børn, lógu eftir á – tey flestu skotin í bakið.

 

Henda ræðuliga hending, sum skelkaði heimin, sannførdi Mandela um, at tann friðarliga leiðin ikki longur var gongd leið til tess at beina burtur apartheidstýrið í Suðurafrika. Henda hending gekk ongantíð frá Mandela. Sorgarleikurin merkti hann fyri lívið og hevði so stóran týdning fyri hann, at tá hann mong ár seinni sum forseti skuldi undirrita fyrstu frælsu grundlóg Suðurafrikas, gjørdi av at gera hetta á staðnum í Sharpville, har sorgarleikurin var farin fram.

 

Bakstøðið

Bakstøðið fyri politiska virksemi Mandelas var eitt samfelag við rasuskilnaði av serstakliga grovum slag, nevnt apartheid. Tað hevur altíð verið skilnaður millum svørt og hvít í Suðurafrika, men hesin skilnaður var ikki so tilvitandi skipaður fyrr enn Tjóðskaparflokkurin hjá Dr. Malan kom til valdið í 1948. Hesin flokkur, ið hevði sínar røtur í hollendsku koloniseringini, fór alt fyri eitt undir at fyrireika apartheid, t.v.s skipaðan og lógásettan skilnað, millum svørt, litað og hvít.

 

Í fimti og sekstiárunum var sett í gildi ein víðfevnd apartheidlóggáva við endamálinum at skipa samfelagið soleiðis, at als einki samband var millum tey hvítu øðrumegin og fólk av asiatiskum og afrikanskum uppruna hinumegin. Tó skuldu hesi nýtast sum arbeiðsmegi og varð útbúgvingarskipanin sostatt løgd til rættis soleiðis, at tað var torført hjá svørtum at fáa hægri útbúgvingar. Tey skuldu, uttan politisk rættindi, útbúgvast til arbeiðsmegi hjá hvíta samfelagnum. Hendan skipan var ikki fullførd, tá Mandela tók løgfrøðiligt embætitsprógv á Witwaterstrand universitetinum, ið enn virkaði við støði í bretskari liberalari siðmenning.

 

Apartheidpolitikkurin og apartheidlóggávan vóru grundað á fýra principp ella meginreglur: hvítt valdsmonopol, rasuskilnað, socialt eftirlit og politiska kúgan. Eftir at afrikanski tjóðskaparflokkurin var komin til valdið myndaðu hesar fýra meginreglurnar ideologiska støðið undir suðurafrikansku stjórnini at kalla heilt fram til Mandela varð latin leysur 11. februar í 1990. Tá varð vorðið greitt fyri de Klerck, forsætisráðharra, at nú stóð valið millum at strika allar apartheidlógirnar og lata Mandela leysan ella borgarkríggj, kaos í landinum og totala altjóða avbyrging.

 

Tann samtíðarmynd, sum Mandela soleiðis sá fyri sær, tá hann ungur fór undir sítt advokatvirksemi saman við sínum ungdómsvini, Oliver Tambo, var eitt samfelag, grundað á lógfest skipað órættvísi og ranglæti, har tann stóri meirilutin av folkinum, fólk av asiatiskum ella afrikanskum uppruna, vanliga nevnd litað og svørt, vóru uttan tey mest grundleggjandi borgararættindini. Hann sá eitt samfelag, har ein ómetaliga stórur órættur var skipaður við lóg, har eingin leið var burtur úr órættvísinum og har sosiala flytiførið við apartheidlógunum varð blokerað fyri litaðu og svørtu tjóðirnar. Fólk hansara var niðurbundið politiskt, sosialt og mentanarliga. Ikki nóg mikið við tí – tað stóð Mandela og hansara partamonnum greitt, at apartheidstjórnin stútt og støðugt virkaði fyri uppaftur størri skilnaði og at endamálið var fullkomuliga at býta Suðurafrika upp í eitt hvítt og eitt svart samfelag, har tey hvítu høvdu alt, meðan tey svørtu vóru heilt uttan grundleggjandi mannarættindi. Henda sannkenning og henda samfelagsliga og politiska støðan elvdi til eitt nógv meira stríðshugað og eitt væl betri skipað ANC, ið, sum nevnt eftir Sharpville, gjørdist meira radikalt.

Í 1964 varð Mandela saman við fleiri partamonnum handtikin og í illa gitna Rivionia rættarmálinum dømdur lívlangt fongsul fyri sítt politiska virksemi, ið varð mett sum landasvik. Ætlanin var at døma hann til deyða og at taka hann av døgum, men stjórnin bakkaði fyri altjóða trýsti og aftraði seg tí við hesum. Undir sakarmálinum legði Mandela øll kortini á borið, samstundis sum hann fasthelt og prógvaði, at ANC ongantíð hevði framt tiltøk við tí endamáli at drepa nakran, hvørki sivilfólk ella umboð fyri apartheidstýrið. Hann prógvaði, at ANC var ikki ein yvirgangsfelagsskapur og at ANC bert hevði hildið seg til sabotasju móti útbúnaði og bygningum.

 

Robben Island 1964

Mandela varð settur í varðhald á illa gitnu fongsulsoynni Robben Island, og ætlaði stjórnin honum at sita har, so leingi hann livdi. Har skuldu Mandela og felagar hansara verða verandi, avbyrgdir frá politiskum virksemi og gloymdir av heiminum. Men stríðið móti apartheid helt fram og Mandela var framvegis fyrimyndin og tann ímyndaligi oddamaðurin í frælsisstríðnum, sum nú varð rikið undir leiðslu av vinmanninum Oliver Tambo, sum var í útlegd.

 

Mandela varð ikki gloymdur hvørki av landsmonnum ella umheiminum. Norðurlond gjørdu støðugt vart við órættvísu samfelagsskipanina og løgdu diplomatiskt trýst á stórveldini til tess at fáa tey í sínum lagi at leggja trýst á Suðurafrika. Heimurin fór so smátt at gerast varugur við versnandi støðuna í Suðurafrika og Mandela var vorðin víðagitna ímyndin uppá mótstøðuna. Hann var vorðin moralsk og politisk fyrimynd hjá stórum pørtum av mannaættini. Krøv vórðu frá ymsum síðum sett apartheidstjórnini um at broyta politikk og sleppa Mandela úr fongsli. Suðurafrika og Mandela vóru ofta á dagsskrá hjá ST og handils- og samstarvsboykott móti Suðurafrika varð samtykt í ST til tess at noyða apartheidstjórnina at broyta politikk. Men hetta var sum at sletta vatn á gás. Hvíta nationalistiska stjórnin, sum bert umboðaði ein minniluta av fólkinum í Suðurafrika, tvíhelt um apartheid. Landið gjørdist alt meira avbyrgt og sosialur og politiskur ófriður gjørdist alt meiri vanligur og elvdi til stórar trupulleikar hjá apartheidstjórnini.

 

Á Robben Island komu dámligu og sermerktu lyndiseyðkenni Mandelas av álvara til sjóndar. Hann læt seg ikki kúga, hann fall ikki í fátt. Hann legði stóran dent á at vera likamliga og sálarliga væl fyri. Hann styrkisvandi tí hvønn dag, gjørdist góður boksari og var tikin úr leikum sum fimleikari. Hann helt mótinum uppi hjá sínum medfangum, hann undirvísti sínum medfangum, skúlaði teir politiskt, kendi teimum løgfrøði og skaldamál og søgu, hóast útlitini til, at teir nakrantíð komu út aftur í samfelagið, vóru smá.

 

Politiskt umskifti

Árini meðan Mandela sat í varðhaldi á Robben Island broyttist politiska støðan í Suðurafrika. ST tiltøkini elvdu til stórar búskaparligar trupulleikar, nýggir politiskir felagsskapir komu fram og partar av ANC fóru sínar egnu leiðir og blóðugur ófriður eyðkendi gerandisdagin í Suðurafrika. Teir partar av ANC, sum gingu egnar leiðir, fóru harðliga fram ikki minst móti sínum egnu, um hesi vóru undir illgruna fyri svik ella fyri at ganga ørindi fyri apartheidstjórnina.

 

Støðan versnaði alsamt í Suðurafrika. Ófriður og undantakstøða, búskaparboykott hjá ST, stóru altjóða fyritøkurnar fluttu virksemið til onnur lond og útlendsku íløgurnar minkaðu støðugt. Demokratiski umheimurin øtaðist yvir støðuna og suðurafrikanska stjórnin fór so smátt at ásanna, at broytingar vóru neyðugar, og stjórnin ásannaði, at skuldi hon bjarga tí, sum bjargast kundi, so var neyðgut at koma á tal við ANC og við Mandela.

 

Stjórnin flutti Mandela til fongslið Polsmoor inni á meginlandinum og læt hann skilja, at hon var sinnað at samráðast. Stjórnin vildi sleppa Mandela úr Polsmoor fongslinum, har hann nú sat, um hann vildi medvirka til einahvørja politiska loysn í ófriðarliga og kreppurakta landinum. Hann skuldi geva lyfti um, at ANC gavst við mótstøðuni og skuldi lova at gera sítt til at skapa frið í landinum.

 

Men Mandela var óvikiligur. Hann kravdi allar eftirverandi apartheidlógir avtiknar, og fangarnar á Robben Island og í øðrum fongslum leysar og ANC skuldi gerast lógligt, áðrenn hann so mikið sum vildi umhugsa samráðingar. Hetta sigst hann hava gjørt við orðunum:

 

“Bert frælsur maður kann geva lyfti og bert frælsur maður kann samráðast. Eg seti frælsið hjá fólki mínum hægri enn mítt egna persónliga frælsi.”

 

Hann metti seg eins ófrælsan, so leingi partar av apartheid vóru í gildi og ANC var forboðið.

 

Tað var eingin ivi um, at Mandela, sum altíð, meinti tað, hann segði, og F.W de Klerck stjórnin hevði tí einki val. Hon noyddist um enn treyðug at ásanna, at tíðin hjá apartheid var úti, og Nelson Mandela kundi sum frælsur og fríur maður undir miklum fagnaði ganga út úr fangahúsinum tann 11. februar 1990.

 

Ein nýggj tíð

Eftir hetta byrjaðu samráðingarnar um ein nýggja politiska skipan fyri Suðurafrika. (Vit skulu ikki fara í smálutir við hesum samráðingum og við politisku skipanni her, tað venda vit aftur til seinni, tá Sosialurin fer at viðgera Mandelamál nærri).

 

Fyrsta frælsa valið í Suðurafrika var tann 27. apríl 1994, og stóri vinnarin var ANC við 62% av atkvøðunum. Mandela varð valdur til forseta og myndaði eina tjóðskaparliga savningarstjórn við ANC, Tjóðskaparflokkinum og Inkhatha.

 

Eftir eitt forsetaskeið fór Mandela úr politikki. Hann varð kosin forseti 77 ára gamal og boðaði frá, at hann nú fór at taka sær av familjuni:

 

“Míni børn vuksu til uttan faðir orsakað av mínum politiska arbeiði, og tá eg so endiliga kom úr fongsli, gjørdist eg faðir at heilari tjóð.”

 

Nú var sostatt tíð til frið at venda, men hvussu var og ikki, áðrenn langt um leingi var Mandela farin undir eitt miðvíst arbeiði at útvega fíggjarligan stuðul til stríð móti AIDS og fátækdømi. Í hesum virki er hann ofta á ferð uttanlanda, og hann sparir seg ikki nú heldur enn áður, tá hann gongur inn fyri einari søk.

 

Mandela – menniskja og týdningur

Mandela er vorðin hugtak og ímynd. Hann hevur fingið eina einastandandi støðu í heimlandinum eins væl og í heiminum sum heild. Mandela er vorðin ímyndin um demokrati, tolsemi, fyrigeving, humanismu og víðskygni - ein fyrimynd hjá ungum sum eldri. Mandela er framúr karismatiskur, ein sera klókur politikkari og eitt menniskja við sera høgum persónligum morali og einum persónligum og politiskum dirvi, sum neyvan hevur sín líka millum heimsins statsmenn. Hóast Mandela langt síðan er vorðin ikon og kult, er hann enn sum áður lítillátin og eins við øll.

 

Tað er fyrst og fremst Mandela fyri at takka, at skiftið frá apartheideinaræði til fólkaræði í Suðurafrika gekk so friðarliga til. Mandela hugsaði øll árini á Robben Island um, hvussu skiftið skuldi greiðast á friðarligan hátt og hvussu samfelagið skuldi skipast eftir, at apartheidskipanin ein dag var burtur. Hann kom til ta niðurstøðu, at ein ælabogatjóð umboðandi allar rasur og ættarbólkar, ymisk politisk sjónarmið og ymsar átrúnaðir átti at mynda Suðurafrikansku tjóðina. Fortíðin skuldi liggja og her skuldi eingin hevnd vera. Her skuldu øll kenna seg heima – talvan skuldi turkast rein. Henda hugsjón leiddi eitt nú til Truth and Reconciliation Commission (TRC), Sannleika- og sáttarnevndina, sum hevði til endamáls at lekja sárini frá fortíðini, nakað, sum Mandela metti avgerandi neyðugt, um tjóðarbyggingin skal eydnast.

 

Mandela hevur havt og hevur framvegis ómetaliga stóran týdning fyri fólk um allan heim, eisini her í Føroyum. Vit fegnast eins og øll onnur um, at honum untist at røkka tey níti árini, og vit gleðast saman við mongum yvir, at hann framvegis nýtir sína sjarmu, sína orku og framúrskarandi evni, sítt politiska gløggskygni, sína karismu og sítt heimsfevnandi netverk til gagns fyri mannaættina.