Mangir sólglottar komandi dagarnar

Eitt lágtrýst vestan fyri Skotland fer í ein landnyrðing og viknar og fer síðani framvið beint sunnan fyri Føroyar. Nýggj brúgvaløg nærkast Føroyum av vestri mánadagin.

 

Í dag verður lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin snarar í ein eystan og landnyrðing. Skýggjað og támut og stundum regn. Hitin millum 10 og 14 stig. Leygarnáttina verður lot til gul av ymsum ættum ella norðan, undir 5 m/s. Sum frá líður fyri tað mesta turt og stundum klárt. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi ella landsynningi, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men út á dagin okkurt æl. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Sunnudagin verður fleyr til gul av ymsum ættum, sum frá líður av útsynningi, undir 5 m/s.  Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin um dagin um 12 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein sunnan. Fyrst turt og sólglottar, men seinnapartin skýggjað og stundum regn. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ergn og hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk, í støðum upp í hvassan vind av útsynningi, 6 til 12 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður til tíðir. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og útnyrðing. Ælaveður og sólglottar. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.