Mangt broytist á mannsins ævi – og soleiðis skal tað vera.

Eg skal vera tann seinasta til at siga, at fyrr var alt gott, og nú er alt grátt og trist – og útlitini vánalig. Tí so er ikki.
Fari eg at reksa framburðin upp, sum er hendur bara tað stutta tíðarskeið eg havi livað, ja so verði eg neyvan liðug, áðrenn býráðsvalið er av. Og fá munnu tey vera, sum av álvara ynskja sær, at alt var sum fyrr.
Men við hvørt rennur mær tó onkur kensla til hugs, sum eg hevði ynskt var sterkari í dag.
Eg varð smágenta, búði - eins og ómetaliga nógv føroysk børn gera tað í dag - í Danmark, og eg gleddi meg til at koma til Føroyar at ferðast á sumri og á jólum - longdist. Eg bleiv eldri, og gleddi meg framvegis til at koma til Havnar. Tí Havnin var full av lívi, miðbýurin lá opin og vinarligur og bjóðaði øllum vælkomnum. Og loksins fluttu vit úr Danmark til Havnar. Og tað var tað besta sum kundi henda fyri meg.
Síðani tá hevur Havnin sjálvandi fingið enn meira at bjóða sínum borgarum, bæði teimum sum búgva her, og teimum, sum ikki búgva her beint nú.
Men um vit lurta eftir, so er longsulin eftir at koma heim, og at seta búgv her í Tórshavnar Kommunu nógv kølnaður í hjøtunum hjá teimum nógvu, sum fara.
Eg haldi at eitt nývalt býráð skal leggja stóra orku í at kanna gjølla, hvat skal til, til tess at kveikja áhugan fyri, at ung fólk velja Havnina til. Ikki bara hissini metingar.
Ikki minst skulu vit kanna eftir, hvat er neyðugt til tess at teir heimsborgarar, sum í støðugt størri tali velja at búseta seg í Havn og í Føroyum, fáa ta skúlagongd, ta frálæru í føroyskum máli og ta móttøku, sum sømir seg. Kenna fólk seg vælkomnan, geva tey eisini sítt íkast til felagsskapin og framburðin.
Tórhavnar Kommuna kann sum einki finna svarini, og broyta gongdina.
Tað snýr seg sjálvandi fyri ein stóran part um bústaðir til ein sámiligan prís, og at tryggja fólki ráð til at liva í Havn, at skapa vinnulig arbeiðspláss, og fjølbroyttar útbúgvingar og granskingarmøguleikar.
Og so at menna ta mentan, sum fær hjartað at banka av longsli hjá ungum og gomlum. Ansa eftir at tolsemið altíð ræður, og at afturhald og snævurskygni ikki fær fastatøkur á okkum.
Og at fáa lív aftur í miðbýin. Eitt hugskot er at viðgera framtíðarvisjónina um Havnina gjølla, sum varð løgd fram av hugsjónarfólki fyri kortum – og gera eina realistiska raðfesting. Nógv av tí sum har er hugsað, ber til at fremja fyri smærri upphæddir. Og sum kunnugt varð Rom ikki bygt eftir einum degi.