Mangur veit frá Ólavi kongi, men hevur tó ikki sæð hann


 

Viberg Sørensen

Trongisvágur

Hesi orð koma mær mangan til hugs, tá vit føroyingar tosa um olju. Tað eru nú fleiri ár síðan oljufepurin byrjaði at breiða seg her á landi og ikki so fá hava væntað at gerast rík í eini handavending av oljuni, men tann klondyke stemningur, sum hevur verið, er kanska eitt sindur bliknaður sum tíðin er farin, og tað dregur út við ríkidøminum, sum kanska er har.

Hóast hetta, so skerst ikki burtur, at longu nú er eitt nokkso fitt tal av fólki, sum fær útkomuna av hesum »forvæntaða fongi«, men tað, sum eyðkennir vinnuna á tí støði hon nú er á, er, at alt arbeiði er í Havnini og øll hava otað seg so tætt at oljumálastýrinum sum til ber. Tað eru fleiri sløg av kanningum og nevndir av ymsum slag, og dagliga síggja vit hesar myndirnar av alvorstungum andlitum, sum skulu taka sær av okkara vælferð.

Havnin!

At henda nýggja vinnan hevur fingið fótin fyri seg í Havnini er ikki so løgið. Har halda teir til, sum taka avgerðirnar og tað ræður um at vera so nær sum gjørligt. Vit kenna mynstrið aftur frá fiskivinnuni, har tað hevur víst seg, at hesin taktikkurin hevur riggað bara væl, tann, sum er drúgvastur at slíta trappurnar í Tinganesi, hevur oftast fingið bróðurpartin, og tá nógvir av persónunum ganga aftur í oljuvinnuni, er sjálvsagt at royna kendar gøtur.

Nú eru vit komnir so væl ávegis, at fyrsta útbjóðingin er liðug og nú bíða vit spent eftir, hvussu feløgini, sum hava fingið loyvi at seta borin í, fara at skipa seg. Hetta er helst tann mest spennandi fasan hjá okkum í Suðuroynni. Verða vit ikki uppi í at veita nakrar tænastur í byrjanini, er helst stórur vandi fyri, at ikki tað stóra virksemi verður her. Vit vita av royndum, at har, sum virksemið fyrst er byrjað, heldur tað eisini fram. Hetta er ein altjóða óskrivað regla, og vit í Føroyum eru onki undantak, kanska tvørturímóti. Oljumálaráðharrin hevur ikki hesa áskoðan, men eg haldi, at hetta er fyri at sissa suðringar.


Lítið skal til fyrr enn tað munar

Ilt er at spáa um, hvat vit kunnu vænta okkum av oljuvinnuni, men av tí at vit eru so fáment, skal ikki tað øgiliga virksemi til, áðrenn tað munar væl. Vit hava lyndi til at samanbera okkum við Norra, tá vit tosa um olju, men vit eru hóast alt bara 1% í tali av tí norska fólkinum og hvussu stórt øki vit hava at bora eftir olju á, er ilt at meta um, men tað er helst meir enn 1% av tí norska økinum. Ofta tá menn hava verið frammi í fjølmiðlunum, hava vit kenslu av, at hetta er eitt nýtt Kuwait, kanska tað er so, tað er frítt at gita, men eitt er vist, og tað er, at landið vit búgva í, er sera lítið.

Tað, sum vit í Suðuroynni síggja í oljuvinnuni, er, at tað kemur at skapa eitt virksemi, sum verður eitt alternativ til fiskivinnuna. Tað er tvingandi neyðugt, at vit fáa eina vinnu, sum kann draga tað unga fólkið til sín og sum ger tað spennandi at búgva her. Vit hava eisini fitt av fólki uttanlands, sum er í oljuvinnu á landi og serliga á sjógvi, hetta er ungt og vælskúlað fólk, sum stórur fongur hevði verið at fingið heimaftur at virka.

Tað paradoksala er, at vit tosa um olju sum um vit fara at fáast við sjálva oljuna. Veruleikin er tann, at vit eru so smáir, at tað nærmasta vit koma inn í sjálvan hitan hjá teimum stóru, er, at eitt føroyskt oljufelag eigur ein promillupart uppií einum samtaki, sum fer at leita eftir olju. Tað er langur vegur, áðrenn vit koma at fáa nakra ávirkan ella um vit nakrantíð fáa tað.

Tað, sum vit tráa eftir, er hóast alt bara »hjáveiðan«, sum umfatar tað, sum tey stóru feløgini skulu brúka í sínum virksemi. Hetta er eisini í lagi, men tað er ein spurningur, hvussu nógv vit megna í byrjanini.

Vit mugu síggja í eyguni, at oljuvinnan er fólkakrevjandi og sum nú er t.d. í Suðuroynni ikki nógv fólk at taka av. Eisini verður nógv arbeiði, sum vit ikki eru kendir við, og tað tekur sína tíð at læra okkara fólk í hesi nýggju vinnuni. Tá norðmenn og danir byrjaðu í hesi vinnuni vóru tað mest amerikumenn, sum arbeiddu har, men sum tíðin er farin, eru tað nú teir lokalu, sum hava tikið yvir og eru nú á líka høgum støði ella hægri enn aðrir. Í Noregi hevur menningin innan oljuvinnuna verið so stór, at nú eru teir ímillum teir fremstu í øllum heiminum. Tað eru hóast alt ikki meira enn 35 ár síðan teir byrjaðu. Tann, ið er ungur og ótolin, heldur kanska hetta er ógvuliga leingi, men soleiðis er nú einaferð í hesi vinnu.

Í august 1965 fingu tey fyrstu oljufeløgini í Noregi loyvi at bora og á vári 1968 var tann fyrsta oljan funnin. Í dag koma umleið 15-20% av norska BNP frá oljuvinnuni. Noreg eigur ovurstórar penganøgdir í ymsum oljugrunnum og landið er eitt tað ríkasta í heiminum. Hvussu Noreg hevði verið fyri í dag, um ongin olja var funnin, er sjálvandi ilt at meta um, men hendan vinnan hevur ment landið til at vera tað mest framkomna á okkara leiðum.


Læra av grannum?

Kunnu vit læra nakað av okkara grannum?

Tað at tíðarætlanin í oljuvinnuni er so nógv ár fram er kanska tað ringasta hjá okkum at læra. Veiðimaðurin er ofta ótolin og er vanur við at veiða og selja veiðuna skjótast til ber. Tað ber ikki til at planleggja fleiri ár fram. Veður og vindur og náttúran annars hevur avgjørt, hvussu okkara útkoma hevur verið. Seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um burðardyttar ætlanir. Tann, sum fæst við fiskivinnu, veit, hvussu trupult tað er at festa á pappírið og gera ætlan við tí, sum svimur. Í oljuvinnuni verður tað munandi lættari at gera ætlanir og avtalur, tí hetta verður nakað, sum vit skulu gera fyri aðrar, men her hava vit sjálvandi eisini fólk, sum eru von við hetta. Hjá veiðimonnum, sum ætla sær í hesa vinnu, krevst sjálvandi ein tilvenjing, men tað hevur sjálvand verið ein trupulleiki hjá teimum at umstilla seg.

Samanumtikið er hetta ein sera spennandi tíð, sum kanska kann samanlíknast við, tá føroyingar fóru frá bóndasamfelagnum til fiskivinnu. Tá fóru vit til nakað ókent, sum var so skiftandi sum fiskivinnan kann vera, nøkur ár góð og onnur verri, men fiskatilfeingið endurnýggjar seg. Tað ger oljan ikki, vit vita, at tíðin við olju er avmarkað.


Mugu brúka alt landið

Annars má sigast, at oljuvinnan er ein funnin frensur fyri landsins stýri, tá tað kemur til at fáa fólk at støðast í øllum landinum. Sum nú er síggja vit, at tað nógva fólkið vil búgva í høvuðsstaðnum, og tað er kanska væl skiljandi, tí har savnast alt meira og meira av almennum virksemi, og tað er nú einaferð so, at tað at fáa alment lønt starv sær út til at hava størsta áhuga. Teir sosialu trupulleikarnir í Havnini bara vaksa, og vit, sum ikki búgva har, troyttast av at hoyra um barnaansingartrupulleikar og aðrar trupulleikar. Vit vita væl, at hetta er álvarsamt fyri tey, sum har búgva, men hetta er fylgjan av, at vit ikki brúka alt landið at búgva í.

Framtíðin hevur nógvar avbjóðingar og tann, sum ungur er í dag, hevur góðar møguleikar at skapa sær eitt gott lív. Oljuvinnan er helst tað mest tiltalandi í løtuni, við góðum lønum og frítíðarskipanum, so tað er bara at vera framvið, vit hava onga grund at smæðast burtur.