Mannarættindi hava vánalig kor

Í gjár endaði tann 59. ST-ársfundurin um heimsins mannarættindi. Tey, sum halda eitt vakið eyga við mannarættindunum, halda, at tað gongur ikki tann rætta vegin, heldur tvørturímóti. Og ársfundinum kom lítið burturúr.

Meðan amerikansk og bretsk flogfør bumbaðu Irak, sótu umboð fyri 53 lond í einum fundarhøli í Geneve og umrøddu altjóða mannarættindi. Bumburnar fingu kortini ikki fundarfólkið at seta viðurskiftini hjá irakska sivilfólkinum á dagsskránna.

Tað er tí ikki Irak, sum stendur eftir sum tað, ið hendi á fundinum hesaferð. Heldur er tað ein jánkaslig samtykt um mannarættindini á Kuba. Costa Rica legði fram eitt uppskot, har sagt varð, at altjóða samfelagið stúrdi fyri gongdini á Kuba, og at teir politisku fangarnir har eiga at verða latnir leysir alt fyri eitt. USA tók undir við uppskotinum, men meirilutin av teimum 53 londunum feldi tað.

Ístaðin samtykti fundurin eitt annað uppskot, sum Peru, Nicaragua og Uruguay løgdu fram saman við Costa Rica. Í tí stóð, at kubansku myndugleikarnir eiga at loyva umboðum fyri altjóða mannarættindanevndina at vitja landið. Men hesum kemur einki burturúr, tí kubanski leiðarin, Fidel Castro, hevur longu svarað, at umboðsmenninir sleppa ikki hagar. Hann sigur samtyktina vera uppílegging í innanhýsis kubansk viðurskifti.


Castro nýtti høvi

Orsøkin til at Kuba gjørdist miðdepilin í orðaskiftinum í Geneve var, at kubanska dómsvaldið hevur júst dømt fleiri politisk andstøðufólk drúgvar fongsulsrevsingar. 71 andstøðufólk fingu millum seks og 25 ára fongsul, meðan tríggir menn vórðu dømdir til deyða og avrættaðir beinanvegin. Altjóða mannarættindafelagsskapir siga, at kanningarnar hjá ákæruvaldinum tóktust ógvuliga grunnar, prógvini ivasom, og verjan í rættarhølinum var so sum so.

Tey atfinningarsomu halda, at kubansku myndugleikarnir nýttu til høvi at sleppa sær av við nakrar av sínum argastu mótstøðumonnum, nú heimsins eygu vóru vend ímóti krígnum í Irak. Onnur halda, at Fidel Castro stúrir fyri einari meiri harðrendari amerikanskari kós mótvegis Kuba, tí Washington hevur ikki dult fyri, at navnið á Castro stendur á sama lista, sum Saddam Hussein stóð á. Tí valdi Castro heldur at gera bart, áðrenn tað eydnaðist amerikanarunum at skipa eina veruliga andstøðu á oynni.

Sæð við stuttskygdum eygum er tann demokratiska andstøðan á Kuba taparin í fyrsta umfari, men tað kann væl henda, at mannarættindanevndin hjá ST verður tann stóri taparin, tá saman um kemur. Tað halda í hvussu teir báðir stóru mannarættindafelagsskapirnir, Amnesty International og Human Rights Watch, sum nú rópa varskó.


Kravdu USA uppí

Harafturat hava fleiri altjóða viðurkendir fjølmiðlar víst á, at fleiri av teimum londunum, sum eru sett at verja mannarættindini, eru millum tey fremstu, tá tað ræður um at bróta hesi somu rættindi. Tað eigur í hvussu er at elva til álvarssama umhugsan, at Libya, sum ikki júst er kent sum nakað undangonguland innan mannarættindi, situr í formansstólinum í altjóða mannarættindanevndini í hesum døgum.

Nú krevja teir stóru mannarættindafelagsskapirnir, at londini, sum hava sæti í nevndini, eiga at sópa fyri egnum durum og halda samtyktirnar um mannarættindini. Alt annað er ein háðan ímóti heimsfelagsskapinum ST og hansara grundreglum og tekur alla virðing undan felagsskapinum, siga teir.

Kríggið í Irak gjørdi, at politikkur kom uppí, tá fundurin í Geneve skuldi taka støðu til mannarættindini á Kuba. Argentinski forsetin, Eduardo Duhalde, helt tað vera dupultmoralskt at fordøma Kuba og ikki USA. Tað sama søgdu aðrir latínamerikanskir leiðarar, sum vanliga verða roknaðir sum Kuba-vinir, teirra millum Lula í Brasil og Chavez í Venezuela. Teir vildu heldur ikki fordøma Kuba og lata USA sleppa undan. Úrslitið varð, at eingin varð fordømdur.