Til fyrstu venjingina seinasta sunnudag møttu nógv fólk, men sum vanligt vóru tað kvinnurnar, sum vóru í stórum meiriluta.
Kórsambandið heitir tí á allar syngjandi menn um at verða við í kórinum. Næsta venjingin verður sunnudagin klokkan 15.00 í Kommunuskúlahøllini. Tá skulu allir menn møta, meðan kvinnurnar møta ein tíma seinni.
Ólavsøkukantatan hjá Jógvan Waagstein var skrivað fyri manskór, og var upprunin til skjótt 70-ára sangsiðvenjuna á Ólavsøku. Tí ætlar Kórsambandið at siga farvæl til 20. øld við einum fjølmentum og máttmiklum manskóri undir Tinghúsinum.