Mannfall á landsliðnum: René ikki við móti Andorra

René Shaki Joensen verður heldur ikki tøkur móti Andorra

René Shaki Joensen hevur so gott sum fingið staðfest sportsbrokk og skal skurðviðgerast. Hann verður ikki tøkur til landsdystin móti Andorra 25. mars. Liðið er longu uttan Brand H. Olsen, Sonna Ragnar Nattestad og Fróða Benjaminsen.

 

Les eisini: Brandur verið undir skurð

 

- Eg var hjá læknanum hjá Aab. Hann er rímiliga sikkur upp á, at eg havi sportsbrokk og skal skurðviðgerast sum skjótast. Eg verið úti í minst tríggjar vikur og ikki klárur til landsdystin, sigur ein vónbrotin René Shaki Joensen.

 

Hann hevur leingi vant og spælt við pínu, men ongin hevur kunna funnið fram til hvat er galið.

 

- Tað er eitt keðiligt tíðspunkt at blíva skaddur, og eg hevði gjarna vilja verið tað fyriuttan. Serliga tá tað hevur gingið so drúgv tíð, til eg fór til ein ítróttarlækna.  Eg havi ikki kunna vant uttan pína í tríggjar mánaðar, sigur René Shaki Joensen.

 

Les eisini: Sonni Ragnar slitið hælsinina

 

Brandur Hendriksson Olsen hevur slitið krossbandi í knænum, Sonni Ragnar Nattesatd hevur slitið hælsinuna, meðan Fróði Benjaminsen hevur leikbann. Nú er eisini greitt, at René Shaki Joensen heldur ikki verður tøkur til landsdystin móti Andorra 25. mars.