Manningarfeløg avtalu við Asbjørn

Hósdagin undirskrivaðu tey trý manningarfeløgini og felagið P/F Ocean Group Faroes Ltd avtalu.

Hósdagin 26. november undirskrivaðu tey trý manningarfeløgini og felagið P/F Ocean Group Faroes Ltd avtalu um eitt nú býtissáttmála fyri Asbjørn Senior.

 

Avtalan, sum Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag, hava gjørt við P/F Ocean Group Faroes Ltd., er galdandi fyri skipara og manning á M/S Asbjørn Senior í samband við fiskiskap eftir uppsjóvarfiski við føroyskum kvotum.

 

Partarnir eru eisini samdir um, at tann til eina og hvørja tíð galdandi sáttmáli við felagsreglum millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag, eisini er galdandi fyri Asbjørn Senior.

 

Talan er eitt nú um ásetingar um limagjald, sum reiðarin sambært felagstreytum skal gjalda fyri hvønn túrin sær, eins og fullfíggjaðar avrokningar skulu sendast feløgunum.

 

Avtalan kom í gildi 26. november og verður galdandi fram til 31. desember í 2016, tá avtalan og harvið eisini býtissáttmálin fara úr gildi, um partarnir tá ikki hava gjørt avtalu um at framleingja - ella, nýggj avtala er gjørt millum partarnar.

 

Vegna manningarfeløgini hava Annfinnur Garðalíð, Páll Hansen og Jan Højgaard skrivað undir avtaluna, og vegna felagið P/F Ocean Group Faroes Ltd. hevur Alex N. Vilhelm skrivað undir.