Manningin á Bob Barker burturvíst

Tey 21 fólkini umborð á Bob Barker sleppa ikki í land, boðar løgreglan frá.

Bob Barker kom í morgun á Sund, men har stóðu tollvald og løgregla fyri teimum.

Løgreglan boðar í dag frá, at øll manningin á 21 fólk, eru avvíst og fáa tí ikki innferðarloyvi.

- Avvísingin er heimilað í føroysku útlendingalóggávuni og er grundað á atlitið til lóg og landaskil, skrivar løgreglan.