Manningin er nýggj og úrslitið tað sama

6-mannafør kvinnur: Jarnbardur vann stórsigur á norðoyastevnu

Bara tveir bátar vóru við í fyrsta kappróðrinum millum 6-mannafør við kvinnum. Teir vóru Hósvíkingur, sum í fjør var silvurvinnari og Jarnbardur, sum var suverenur gullvinnari.

 

Síðani í fjør er tað mesta av manningini á Jarnbardi skift út. Tað eru bara róðurskvinnan Jannie Dam Jacobsen og ein av røðarunum, sum framvegis eru umborð.

 

Men avrikið og úrslitið á norðoyastevnu var, sum tað var í fjør. Jarnbardur legði seg beinanvegin á odda, og tá ið bátarnir fóru um málið vóru tað nógvar bátslongdir frá Jarnbardi og aftur til Hósvíking.

 

1 Jarnbardur (RK)05:40.34+00.007 
2 Hósvíkingur (HVR)06:06.43+26.096