Mannminkandi framferð

Seinasta dømið um vánaligu handfaringina av útlendinamálinum sást í Degi og Viku í gjárkvøldi.

Hóast politisku boðini klokkuklárt hava verið, at ein endurskoðan og uppstramman av útlendingapolitikkinum ikki skulu ávirka teir útlendingar, sum longu vóru integreraðir í føroyska samfelagnum, so var tað júst tað, sum hendi. Ein familja, sum øll bara hava gott at bera, og har maðurin við framúr ítróttarligu avrikum sínum gjøgnum fýra ár hevur lyft SÍ á føroyska flogbóltsheimskortið, fekk uttan aðra ávaring at vita, at nú varð uppihaldsloyvið hjá konuni ikki longt.

Tað ber í verandi støðu ikki til at staðfesta, hvørji viðurskifti hava gjørt seg galdandi í málsviðgerðini. Men tað má staðfestast, at framferðarhátturin í máliunum hevur verið uttan fyri mark. Tað brýtur við alla føroysku siðvenju og fólkaligheit, at menniskju á hendan hátt kalt og kynskt verða send av landinum. At grundgevingin bara er tann einfalda »Vit hava ikki tørv á tær longur« má somuleiðis sigast at vera ein mannminkandi framferðarháttur, har eingi sum helst atlit verða tikin til tær mannalagnur, sum avgerðin ávirkar.

At tað so samstundis ljóðar, at kanska 40 mál komandi tíðina verða avgreidd eftir sama leisti, kann ikki góðtakast. Tað má vera eitt krav, at okkara fólkavaldu politikkarar gera uppreistur móti hesi mannminkandi framferð. Hvørki einstaki føroyingurin ella Føroyar sum samfelag kunnu standa modell til hetta.