Mannskapsbilur startaði ikki

Tá Klaksvíkar Sløkkilið skuldi út til ein eldsbruna sunnukvøldið, startaði ein av bilunum ikki.
- Hevði talan verið um ein av sløkkiliðsbilunum, hevði tað verið ein vanlukka, men bilurin var ein mannskapsbilur, sum sjáldan verður brúktur, sigur Kári Kjelnæs, sløkkiliðsleiðari


Sunnukvøldið beint eftir náttura fekk Klaksvíkar Sløkkilið fráboðan um eldsbruna á maskinverkstaðnum Skarðhamar á Oyravegnum uttanfyri Klaksvík. Sløkkiliðsbilar vóru á staðnum alt fyri eitt, og lítil og ongin skaði stóðst av eldstilburðinum. Skjótt frættist tó, at ein av bilunum hjá  sløkkiliðnum ikki startaði hetta kvøldið.

Kári Kjelnæs, sløkkiliðsleiðari, sigur, at talan var um ein sokallaðan mannskapsbil, sum verður sera lítið brúktur. Ongin sløkkiútgerð er í bilinum, men brúk bleiv fyri honum sunnukvøldið, tá tveir sløkkiliðsmenn skuldu koyra á staðið, har eldur var í. Menninir koyrdu tí í egnum bili á staðið.
Tilburðurin við mannskapsbilinum darvaði tó ikki sløkkiliðnum í at koma fram hetta kvøldið. Sambært sløkkiliðsleiðaranum vóru tríggir sløkkiliðsbilar við 14 monnum á staðnum bert fáar minuttir eftir at fráboðanin var komin.
- Tá vit fóru at kanna eftir, vísti tað seg, at lykilin í mannskapsbilinum var ikki snaraður heilt fyri, og tí var ongin streymur, tá sløkkiliðsmenninir skuldu starta hann. Sjálvandi eigur slíkt ikki at koma fyri, men tíbetur seinkaði tað ikki arbeiðnum. Hevði talan verið um ein av sløkkiliðsbilunum við útgerð, hevði tað verið ein vanlukka, sigur Kári.
Sløkkiliðsleiðarin leggur dent á, at eftirlitið við at sløkkliðsbilarnir virka, sum teir skula, er sera gott. Allir sløkkiliðsmenninir hava lykil til støðina og bilarnar og skiftast um at syrgja fyri, at allir bilarnir verða startaðir og koyra ein túr við jøvnum millumbilum.