Hondbólturin í Klaksvík hevur ikki altíð havt tað gott, men nú er tað komið so langt, at eingin manshondbóltur verður í ár.
Nevndin í Stjørnuni hevur avgjørt at taka mansliðini úr kappingini, og bert hugsa um yngru deildirnar í ár.
Kvinnudeildinar halda fram sum vanligt, og besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni er í 1. deild.
Fyrraárið flutti mansliðið hjá Stjørnuni niður í 2. deild aftur. Í fjør lá liðið í botninum í 2. deild, trupult var at finna fólk at spæla við, og endin er nú, at liðið er tikið úr kappingini.
Vit byrja av nýggjum nú. Ístaðin fyri at at brúka orku til at hava eitt lið í 2. deild, at finna fólk, og at royna at halda liðið í deildini, fara vit at hugsa meiri um yngru deildirnar, sigur Ólavur Poulsen, formaður í Stjørnuni, sum er ein deild undir Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Nevndin hevur viðgjørt spurningin, og saman við spælarum hava vit tikið avgerðina.
Ætla at fáa
lív í aftur
Men gongst sum nevndin í Stjørnuni ætlar, so verður manshondbólturin bara niðurlagdur fyribils.
Vit fara at brúka orkuna til at arbeiða við teimum yngru deildunum, at fáa spælarar at støðast í felagnum og harvið skapa fyritreytir fyri einum góðum mansliðið um nøkur ár, sigur Ólavur Poulsen.
Fleiri av teimum spælarunum, sum hava verið við á mansliðnum, eru nú venjarar hjá dreingjaliðunum, og vit vóna at byggja upp fleiri góð lið.
Hondbólturin í Klaksvík hevur altíð staðið í skugganum av fótbóltinum, sum hevur rættiligan viðvind, men nú skulu umstøðurnar fyri at spæla hondbólt gerast betur.
Ógvusligt stig
Vit hava ymiskar ætlanir, sum vit vóna skulu seta lív í aftur, og vit merkja, at stórur áhugi er millum dreingir at venja hondbólt.
Tað sum hevur verið trupulleikin er, at tá teir koma í unglingaaldur, hvørva teir. Tað ætla vit at broyta, so vit fáa ungu spælararnar í dag at halda fram til teir koma á mansliðini, sigur Ólavur Poulsen.
Tað er skuffandi at taka eitt so ógvusligt stig, sum at taka mansliðini úr kappingini, men vit hava tosað væl og virðiliga um tað, og eru komnir til ta niðurstøðu, at skal gongd koma á aftur, mugu vit gera tað. Vit eru keddir um, at tað eru spælarar, sum hava hug at spæla, sum nú ikki sleppa at spæla, men hetta stigið er neyðug at taka, halda vit.
Nú byrja vit av nýggjum, og nú ætla vit at arbeiða okkum uppaftur, sigur formaðurin í Stjørnuni.