25. november doyði ein hin fremsti fótbóltsspælarin nakrantíð, Diego Armondo Maradona bert 60 ára gamal.
Obdukssjóns-frágreiðingin (líkskoðanin) hjá argentinsku myndugleikunum, ið nú fyriliggur vísir, at argentinski stórleikarin hevði hvørki rúsevni ella alkohol í kroppinum tá hann doyði.
Sambært ítróttarrásini, ESPN var ein blanding av resept-heilivági funnin í kroppinum hjá Diego Armando Maradona.
Diego Armando Maradona doyði stutt aftaná eina hjarta-skurðviðgerð.
ESPN skrivar, at heilivágs-blandingin sum var funnin í kroppinum hjá Maradona verður nýttur til at viðgera deprisjónir og angist. Frágreiðingin staðfestir eisini, at nýrini og livurin hjá Maradona vóru skadd. Sama var staðfest við hjartanum og við lungunum.
Sambært frágreiðingini vigaði hjartað hjá Maradona tvífalt so nógv sum eitt vanligt hjartað.