Upptakt
Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum, so varðdragan Kovacevic loystur frá venjarastarvinum hjá VB hósdagin, og hóskvøldið fundaðust leiðsla og leikarar í VB-húsinum, og endin varð, at Marek Vierzbicki í fyrstu atløgu skal standa við ábyrgdini av besta VB-liðnum.
Á gamlar gøtur
Marek er ikki nakar ársungi í føroyskum fótbólti. Hæddarpunktinum her á landi náddi hann ivaleyst, tá hann í 1999 var við til at gera KÍ til meistarar, og lagnan vil tað nú soleiðis, at tað verður ímóti júst KÍ, at hann skal royna seg sum venjara fyri fyrstu ferð.
Hvussu hetta fer at hepnast, kann bert tíðin vísa, men tað tykist í øllum førum greitt, at nýggi venjarin hevur mest sum allar mans tøkar til uppgávuna. Einasta undantakið er Gisli Sveinbjørnsson, sum hevur ein skaða í fótliðinum at dragast við. Heldur ikki Robert Cieslewicz hevur vant hesa vikuna. Hann fekk skað, tá VB tapti fyri B68, men tað verður í øllum førum vónað, at tað fer at bera til hjá honum at spæla hósdagin.
Hinvegin eru Tórður Holm, Jón Pauli Olsen og Birgir Jørgensen nú allir tøkir aftur, eftir at teir høvdu gjørt av ikki at spæla undir fyrrverandi venjaranum. Ivaleyst verða teir onkursvegna við í hópinum sunnudagin, men tað hevur verið so sum so við dystarvenjing hjá teimum, og tí er í øllum førum ósannlíkt, at teir allir fara at vera við frá fyrstas bríksli.
Fáar broytingar
Eftir eina laka byrjan, har liðið bert fekk trý stig í fýra dystum, tykist KÍ nú veruliga at hava fótað sær í kappingini. Heimasigrarnir á EB/Streymi og Skála vóru kanska væntandi, men sigurin í Gøtu tykist veruliga hava lyft liðið, og nú krevja áskoðararnir enn trý stig, tá VB kemur norður.
Kurt Mørkøre hevur eisini mest sum allar sínar mans tøkar til dystin. Atli Danielsen, sum hevur verið ein sannur brandur í verjuni, er tó burturstaddur, men her líkist Jan Andreasen einum uppløgdum avloysara, eftir at hann tykist vera komin fyri seg eftir skaða.
Eisini Allan Mørkøre, sum var burturstaddur seinast, verður við hesaferð. Hann kemur tó ikki til landið fyrr enn leygardagin, og tí er ivasamt, um talan verður um eitt pláss millum teir fyrstu ellivu fyri hansara viðkomandi.