Marek til VB

Marek Wierzbicki fer aftur hetta árið at verja føroyameistaraheitið

Fótbóltur


Um stutta tíð fara føroyameistarnir úr VB aftur undir veruligu venjingarnar til kappingarárið, og tá verður í øllum førum ein nýggjur leikari í hópinum.

Krzystof Popcynzki, sum aftur í ár venur vágbingarnar, váttar fyri Sosialinum, at pólverjin, Marek Wierzbicki, komandi árið fer at spæla við VB. Orsøkin til hetta er fyrst og fremst, at VB ikki fer at hava gleði av evnunum hjá Milan Kulic komandi árið.

Hópurin hjá VB fer annars at vera á leið hin sami, sum í FM-árinum í fjør. Krzystof sigur, at umframt Milan, er Jón Pauli Olsen í løtuni uttanlands, men hann verður møguliga afturkomin til kappingarársbyrjan.

Marek Wierzbicki hevur tey bæði seinastu árini spælt í KÍ, men hevur harumframt spælt við fleiri øðrum føroyskum feløgum, síðani hann í 1993 kom til Føroya. At hann hevur verið her somikið leingi merkir annars, at hann ikki verður roknaður sum útlendingur í fótbóltshøpi.