Marghøllin á veg til Føroya

Marghøllin í Vági verður størsta ítróttarhøll í Føroyum. Høllin er 50 m breið og 75 m long.

Í juli byrjaði arbeiðið at grava út fyri fundamentunum undir komandi marghøllini í Vági.

 

 

Stoypiarbeiðið er byrjað og gongur væl.

 

 

Suðurrás veit at siga, at sjálv høllin, sum er frá finsku Best-Hall verksmiðjuni, er nú á veg til Vágs. Høllin varð í vikuni pakkað niður í trailarar og teir 14 trailararnir eru nú á ferð til Føroya.

 

 

Marghøllin á Oyrunum í Vági verður størsta ítróttarhøll í Føroyum, tí høllin er 50 m breið og 75 m long.

 

 

 

(Mynd: Suðurrás)