Byggivirkið hjá Jógvani Berg hevur staðið á odda fyri bygninginum í Magnus Heinasonargøtu, men somuleiðis hava Húsavarðatænastan, Elmek, SG Asfalt, Magnus Thomsen, Maria Poulsen og Uni Patursson verið við í arbeiðnum:
- Tvær íbúðir eru seldar, og hinar eru leigaðar út til oljuvinnuna. Men Ruba hevur somuleiðis í fleiri ár fingist við Bed and Breakfast, og hetta ætla vit seinni eisini at bjóða fram í nýggju íbúðunum, sigur Jógvan Berg.
Hábærsligar íbúðir
Tá eg og myndamaðurin stíga inn í bygningin, leggja vit alt fyri eitt til merkis, at nógv er gjørt burturúr at prýða hølini. Í bygninginum eru tríggar hæddir, og á hvørjari hædd eru tvær íbúðir á 58 fermetrar hvør. Somuleiðis er eitt felag vaskirúm.
Vit fara síðan upp gjøgnum trappurnar, ið eru klæddar við svørtum granittflísum, og koma til eina íbúð. Fyri at sleppa inn í íbúðina kunnu vit velja ímillum at nýta ein vanligan lykil ella eitt forvitnisligt kort. So tað er at kalla júst sum at vera umborð á Norrønu, har vit vanliga fáa kort útflýggjað til kamarið:
- Vit hava valt at gjørt tað soleiðis, fyri at gera tað lættari hjá eitt nú útlendingum og ferðafólkum at sleppa inn. Somuleiðis hava vit sett eina ringiklokku uttanfyri til teirra, ið ætla sær inn í bygningin at vitja. Tey skulu síðan ringja á ein ávísan knøtt og bíða eftir svari frá teimum, tey ætla at vitja. - Júst sum uttanlands, sigur Jógvan Berg.
Tá vit lata hurðina upp til íbúðina, stíga vit beint inn í køkin og stovuna. Umframt at køkur og stova eru í einum, hava allar íbúðirnar somuleiðis eitt baðirúm, tvey kømur og eina gongd.
Køkurin er nossligur, og tað er eyðsæð, at hann er fyrsta floks. Eisini er baðirúmið snøgt eitt nú hevur brúsuklivin útvarp og aðrar hentleikar:
- Innrættingin í øllum íbúðnum er í høvuðsheitum rættiliga eins. Byggiarbeiðið er gjørt soleiðis, at allar íbúðirnar kunnu broytast til alt møguligt. Eitt nú kunnu allir veggirnir takast niður, so íbúðin verður eitt stórt høli í einum, sigur Jógvan Berg.
Trupult at fáa byggiloyvi
Jógvan Berg sigur, at tey byrjaðu at byggja bygningin í septembur 2005, so alt hevur gingið rættiliga skjótt fyri seg:
- At byrja við ætlaði eg at víðka um Ruba, men til hesa ætlan fekk eg ikki nóg nógva fígging. So tískil sær bygningurin út, sum hann ger í dag. Tað var somuleiðis trupult at fáa byggiloyvið. Eg haldi, vit baksaðust við at sleppa at byggja í tvey ár. Í roynd og veru ætlaðu vit, at íbúðirnar skuldu verða lidnar 1 februar í ár, men tá ein byggir um veturin, verður ein jú so ofta tarnaður. Tað er sjálvandi keðiligt, at tíðarætlanin ikki er hildin til fulnar, men nú verða vit skjótt liðug við alt arbeiðið, sigur Jógvan Berg at enda.