Tað eru bert tveir føroyingar, sum frammanundan hava rokkið hendan aldur, nevniliga Johannes Tauser, sum tá búði í Danmark og Drikka á Fløtti frá Gjógv.
Vit hava fingið eitt prát við sonin Jens Petur um lívið hjá mammuni og fara vit eisni at umrøða pápan Petur Egholm, sum doyði í 1954.
11 systkin í Miðvági
Margretha er ættað úr Skálalonini í Miðvági. Foreldrini hjá henni vóru Henrietta f. Joensen og Jóannes Niclassen. Hetta var eitt stórt hús, heili 11 børn frá tveimum giftum, og Margretha var fimta barnið í røðini.
. Margretha var bert 12 ár, tá ið hon misti mammuna, og tá vóru tey níggju systkin. Hetta hevur ikki verið lætt tá í tíðini. Tað gingu fleiri ár til pápin giftist aftur við Frederikku, sum var av Slættanesi.
Pápin sigldi tey fyrru árini, men seinni gjørdist hann fiskavrakari. Hann var eisini kendur sum góður fleygamaður. Tað var fast, at á hvítusunnu fór hann í bjørgini við seyði og kom aftur við lunda, sum gjørdist hvítusunnudøgurðin.
Í einum so stórum húsi var nóg mikið at gera hjá øllum. Her mátti Margreta eisini taka sítt tørn. Hon minnist væl, tá ið tey dyrkaðu korn undir 1. veraldarbardaga. Hetta varð neyðugt hjá teimum flestu, tí vegna bardagan kom lítið av korni til landið. Korndyrking var eisini arbeiðskrevjandi frá tí kornið varð sáað og inntil tað var malið á kvørnini.
Allir møguleikar at fáa mat á borðið máttu troytast. Ein av hesum møguleikum var, tá ið nógv brim var. Tá fóru tey inn á sandin at heinta kúfisk. Hann varð stoyktur og smakkaði óføra væl. Eisini dugdu tey væl at gera mat burtur úr tara.
So dugdu tey eisini so sera væl at gera knettir, sum smakkaðu so framúr væl. Jens Petur greiðir frá, at eina ferð nógv ár seinni kom hann á gátt hjá systkinabarninum Marnu úr Konoy, sum búði við Gøtugjógv. Hon var dóttir mammubeiggjan Harald. Tá fekk hann júst somu knettir, sum hann kendi frá sínum barndómi, tá ið hann plagdi at vera í Miðvági.
Út at tæna
Sum ung fór Margretha til Hvalbiar at tæna í Stórstovuni. Hetta var hjá Niels Nattestad, abbi Natta. Her var hon í eini tvey ár. At hon er farin hagar kann hava samband við, at Nattestadnavnið kemur upprunaliga úr Miðvági, so her kann hava verið kennskapur.
Margretha hevur sum nógvar ungar gentur, eisini tá í tíðini, havt útlongsul og hevur viljað upplivað nakað, áðrenn hon giftist.
Tískil fór hon sum ung á kenda húsarhaldsskúlan Haraldsborg í Roskilde. Leiðari her var Anna Bransager Nielsen, sum var ein merkiskvinna. Hon gjørdi sín húsarhaldsskúla til ein tann fremsta í landinum. Her var strangt, men læruríkt. At tað var læruríkt kom eisini til sjóndar hjá Margrethu seinni í lívinum.
Margretha kom aftur til Føroyar og fekk ymisk húspláss. Millum hesi vóru hjá Lenu og Sofus Højgaard. Hann var kendur skipari, ættaður úr Rituvík, og hon var ikki minni kend sum jarðamóður í Havn. Hon var systir Petur, sum Margretha giftist við. Her plagdi seinni presturin Johan Weihe at koma sum smádrongur. Sofus var mammubeiggi hansara. Margretha plagdi at fortelja, at tað undraði ikki hana, at hann gjørdist prestur. Longu sum trý ára gamal plagdi hann at stilla seg á eina stól og halda talu. Margretha va eisini í húsi hjá Evu og Tummas Arge.
Í 1928 giftast Margretha og Petur Egholm. Hann var sonur Onnu Sofíu og Johan Hendrik Egholm. Hetta er ikki eini minni familja enn hjá Margrethu, tí her vóru eisini 11 systkin. Jens Petur hevur átt ikki færri enn 96 systkinabørn. Fyri nøkrum árum síðan var ættarstevna hjá ættini hjá Onnu Sofía og Johan Hendrik. Her vóru um 300. Í næstum skal móðurættin hjá Jens Petur hava stevnu, og her væntast nakað sama tal. Her skal eitt gott høvd til at halda skil á allari familjuni!
Petur var merkismaður
Petur doyði knappliga í november 1954, bert 56 ára gamal. Her kann verða endurgivið nakað av tí, sum Kjartan Mohr skrivaði um Petur í Dagblaðnum:
”Við Peturi hava vit mist ein hollan Havnarmann. Hann vaks upp í einum teimum mest arbeiðssomu heimum, ið verið hava her á landi. 16 ára gamal kom hann á Müllers kantór til Søren Müller. Hetta var ein tann størsta fyritøkan í Havn. Skjótt sást, at hesin ungi drongur hevði framúrskarandi evnir og var sera arbeiðssamur, og kom hann at vaksa upp saman við virkinum. Hann bleiv at enda ein av teimum leiðandi á kontórinum, eftir at sovæl Søren sum sonur hansara Hans Christoffer andaðust. Hann kom tá til sín doyggjandi dag at starvast saman við fru Müller.
Petur var eisini tann leiðandi maðurin í okkara elsta tryggingarfelag Færøernes Gensidige Forsikringsforening, sum hann hevði stóran áhuga fyri. Sum limur í havnanevndini hevur hann sitið eitt tíðarskeið.
Nú tá ið Sjóvinnubankin skifti nevnd varð heitt á Petur, og legði hann sína orku í at fáa bankan á rættan kjøl aftur. Hann var nevndarlimir 1951-1954.
Tað sum eyðkendi Petur eina mest var hansara lyndi, altíð blíður og stillur í sinnalagi, vinsælur og góður at heita á, tá á stóð, serstakliga til at gera okkurt, ið kom
Havnini til góðar. Mong eru tey virkir, ið hann hevur verið við til at stuðla.”
Umftamt hetta kann verða nevnt, at Petur var ein av stovnarunum av Uvak, sum var ein stór trolarafyritøka frá 30-ini og fram til 50-ini. Saman við beiggja sínum Alfred átti hann eisini Sonju Egholm. Tá ið Petur doyði var hann eisini í leiðsluni á Tryggingarsambandi Føroya.”
Dimmalætting skrivar m.a., at Petur ” vendte sig fra alting, som havde karakter af hasard, politisk som i enhver anden henseende.”
Tað verður eisini sagt um Petur, at hann var ein góður fótbóltsspælari sum ungur.
Hevði neyt
At vera havnarkona, tá ið Margretha var ung, var nakað heilt annað enn í dag. Tey búðu úti í J. C. Svabosgøtu, beint við gamla sjómansskúlan, sum skipasmiðjan nú eigur. Tey høvdu tvær kýr, og hvønn dag gekk Margretha niðan á Egholmstrøð, hetta er trøðin hjá verpápanum, at mjólka. Eisini seldu tey mjólk. Kundarnir settu spannina við hoyggjhúsið, og tá ið liðugt var at mjólka, varð spannin fylt, og fólkini komu eftir henni aftur. Tá var mjólkaprísurin 65 oyru liturin.
Eisini skuldi hoyggjast, og stórur partur av sumrinum fór til tað. Trøðin var stór, einar 9.300 fermetrar. Ein partur av trønni var so nýtt til heimabeiti.
Tey høvdu eisini torvheiðar, har sum Hoyvíksgarður er í dag. Torvið var gott, og tað var ein einfaldur máti at leita eftir góðum torvi. Potað varð niður í jørðina við stongini av eini súklupumpu. Hekk móra í, tá hon var tikin upp aftur, var torvið gott.
Sum eitt hotell
Sum sagt búðu tey við sjómannsskúlan. Her var sum vera man nógv lív, serliga av ungfólki. Margretha plagdi hýsa næmingum, serligum slíkum sum vóru í ættini, sum jú var sera stór.
Men nógv fleiri komu inn til teirra. Tað var vanligt, at næmingar, sum tey annars kendu, lupu um garðin og inn til Margrethu, tá ið tað bar kaffistøðgur. Hetta kundu vera skyldmenn, men eisini slíkir sum tey kendu frá skipunum, sum til dømis Sonju Egholm, sum Petur átti saman við beiggja sínum Alfred. Hesir føldu seg eisini sum ein part av familjuni og vóru eisini vælkomnir.
Blíðskapur var eisini í aðrar mátar. Tá ið skyldfólk komu av bygd í ørindum sluppu tey ikki sum í dag heim aftur sama dag. Hvat var so meira náttúrligt enn at halda til hjá skyldfólkiunum í J C Svabosgøtu? Jens Petur minnist, at tað var sum at búgva á einum hotelli.
Jens Petur greiðir frá einum dømi um tað samband, sum mamman skapti sær í Hvalba. Ein sonur har í húsinum æt Herman. Aftaná kríggið kom hann eina ferð til Havnars seint eitt kvøld saman við konu síni. Hann visti sær ongastaðni at gista. Hotellini vóru full. So kemur hann í tankar um ta gomlu arbeiðsgentuna hjá teimum, Margretu, og leitar hana upp. Her vóru tey móttikin við opnum ørnum. Hermann var eisini ”hangandi”, um tað kann sigast so. Jens Petur arbeiddi hjá Poul Hansen, og Hermann kom at arbeiða har. Tá ið Jens Petur fór til Suðuroyar at skipa ein deild hjá Poul Hansen, fylgdi Hermann eisini við her.
Tað var sera ófriðarligt í Havn undir krígnum. Í seinasti Miðviku greiddu vit frá, tá ið Johan Norðfoss sá armeraða trolaran Lincoln City verða bumbaðan og søktan.
Hetta eygleiddi Jens Petur úr teirra køksvindeyga, meðan mamman var á veg oman í kjallaran. Jens Petur sá bumbuna fara niður við skipinum. Hann tekur til, hvussu kvikir næmingarnir á sjómansskúlanum vóru, tá ið teir lupu avstað at bjarga teimum, sum bjargast kundu.
Eftir hesa hending ásannaðu fólk, at tað var ov vandamikið av búgva í Havn. So Margretha fór saman við Jens Petur vestur til Miðvágs, har tey vóru í tvey ár. Petur plagdi so at koma vestur at vitja tey.
Gott samband við familjuna
Annars tókst Margretha við nógv. Hon hjálpti Herthu, systir Petur á matstovuni, sum hon rak í Tungugøta. Her man kunnskapurin frá danska húsarhaldsskúlanum vera komin til nyttu.
Hon plagdi eisini at hjálpa Helenu í hennara arbeiði sum jarðarmóður. Jarðarmøður høvdu vanliga álitiskvinnur at hjálpa sær. Tað verður annars sagt um Helenu, at hon hjálpti tveimum av sínum yngstu systkjum til verðina.
Tað er kent, at tað er góð viðurskifti millum hesa Egholmfamiljuni. Tey vit hava tosað við láta eisini framúr væl at Margrethu. Hon var altíð fitt og blíð og eisini skemtingarsom.
Tað er eisini gott samband millum hesa Egholmarar og ættina hjá Onnu Sofíu. Hon var ættað úr Funningi, og nógv av teimum hava greitt frá, hvussu tey hava verið í Funningi og ferðast, har tey altíð vóru væl móttikin. Jens Petur minnist eisini, at tey eina ferð vóru tríggjar vikur í Funningi. Tá búðu tey hjá Osvaldi og mostrini Karolinu.
Anna Sofía átti tvær systkin í Havn. Annað teirra var Petronella, gift við Vilhelm Tórsheim. Hon doyði longu í 1910. So var tað gamli Knút skómakarin, sum var giftur við Isalinu, systir Djóna í Geil. Tey/vit kenna okkum øll sum skyldfólk.
Nú eru ikki nógv eftir av ættarliðnum hjá Margrethu. Umframt Margretha er tað bert Gunhild, sum býr í Danmark og Steingrím Joensen, sum býr á Argjaboga á Argjum.
Margretha fekk sonin Jens Petur. Hann fekk sítt lívsstarv hjá Poul Hansen, har hann arbeiddi í 46 ár. Hann er nú 75 ár, so Margretha kann gleða seg um, at sonurin er undansloppin! Kona Jens Petur er Sólrun.
Jens Petur eigur tvey børn, Petur er giftur við Jónu f. Jacobsen úr Sørvági og Hanna Margretha er gift við Trónda við Á av Velbastað. Margretha eigur sjey langommubørn. Sum tað liggur í kortunum verður hon eisini olduromma fyrsta dagin.
Hvat hendi í 1903
Tað kann sigast, at Margretha hevur upplivað stórt sæð allar broytingar í samfelagnum. Tá ið hon var fødd var eingin bilur, einki ravmagn, eingin motorur í skipunum, eingir vegir fyri at nevna nøkur dømi. Tað var heldur ikki partapolitikkur.
Men í 1903 verður Jóannes Patursson fyrstu ferð valdur á fólkating við 10 atkvøðum í meiriluta.
Inntøkurnar hjá tinginum tvífaldast av einum avgjaldi uppá kr. 50 fyri hvønn stórhval.
Kirkjumálaráðharrin gevur loyvi til, at føroyskt kann nýtast í kirkjunum í serligum førum. Løgtingið er ímóti.
Tað verður kjakast um at fáa ein mola í Havn. Hann kom kortini ikki fyrr enn nógv ár seinni.
Niels Finsen fær Nobelvirðislønia fyri fyri sína ljósviðgerð.
Skonnartin Cyklone úr Vági hvørvur við 16 monnum. Eingin kundi skilja hetta, tí veðrið var av tí besta. Greitt verður frá hesum í fyrstu Dimmalætting eftir at Margretha er fødd.
Trúboðarin Daniel J Danielsen úr Havn luttekur í eini kanningarferð í Congo saman við bretska konslinum Roger Casement. Frágreiðing frá hesi ferðini er byrjanin til endan hjá privata stýrinum hjá belgiska Leopold kongi í Congo.
Tað verður opið hús á Lágargarði føðingardagin kl. 15-17. Vit ynskja Margrethu og hennara hjartaliga tillukku við hesum stóra degnum.
ó.