Í næstu viku kemur umstríddi fiskivinnukommiserurin hjá ES, Maria Damanaki, til Føroya at vitja.
Tað er Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevur boðið henni hendavegin.
Damanaki kemur til Føroya mikudagin, men vitjanin verður stutt, tí hon fer avstað aftur longu hósdagin.
Jacob Vestergaard sigur, at tað er sjálvandi ósemjan um uppsjóvarkvotur, sum eru á skránni, tá ið hon kemur hendavegin.
Enn er skráin ikki løgd, men eru líkindi til tað, ætla tey at vísa henni so nógv av landinum, sum umstøður eru til.
- Vit fara at vísa henni, hvussu vit liva og virka í Føroyum so at hon kann gera sær sína egnu meting av okkum sum fiskivinnutjóð, sigur hann.
Jacob Vestergaard heldur eisini, at tað kann vera gagnligt at hitta fiskivinnukommiserum undir fýra eygum her heima í Føroyum og tað kann verða ein brikkur í royndunum at røkka eini semju. |