Maria Hansen 65

Mikudagin 10. november fylti Maria Hansen í Vestmanna 65 ár.

Hon er ikki ein og hvør. Tað eru framvegis ikki so nógvar kvinnur, sum hava gjørt vart við í politiska lívinum í Føroyum, men sigast má, at tað hevur Maria.

Tað var í 1988, at kvinnurnar í Vestmanna rættiliga fóru at gera um seg í kommunupolitikki. Tær hildu, at menninir, sum høvdu rátt fyri borgum, hugsaðu næstan bara um vegir og havnir og annað slíkt og lítið og einki um eitt nú barnarøkt. Tær gjørdu tí ein kvinnulista og komu sterkar inn. Maria gjørdist bygdarráðsformaður og røkti starvið frá 1989-96.

Men longu tvey ár frammanundan var hon farin upp í landspolitikk eisini. Í 1994 valdi Sambandsflokkurin í Norðstreymoy hana inn á Ting, og hon sat á Tingi í eitt valskeið, tá hon ikki stillaði uppaftur. Hon hevur eisini havt onnur álitisstørv, var limur í Norðurlandaráðnum í eitt ár og stýrislimur í SEV í 3 ár.

Foreldrini vóru Karolina Egholm úr Hvalvík og Herluf Davidsen úr Kvívík. Hon giftist við Jákupi Hansen úr Vestmanna, har tey búsettust.

Maria er annars útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.