Maria leitar heim at syngja

Maria Guttesen hevur búð uttanlands í 17 ár, og tað eru seks ár síðani, hon var á palli í Føroyum. Nú verður hon at hoyra á Jazzfestivalinum við tí tónleiki, sum hon vónar fer at slóða fyri henni á danska tónleikapallinum

Maria Guttesen hevur ikki verið drúgv í føroyskum tónleikalívið seinastu mongu árini.
Hon hevur hinvegin fest røtur í Århus, og har fæst hon burturav við tónleik ? sum undirvísari, komponistur, produsari, sangari og tónleikari.
Men mikukvøldið verður aftur møguleiki at hoyra Mariu Guttesen syngja í Føroyum, og tónleikurin, sum hon fer at spæla saman við bólki sínum, verður seinni í ár givin út í Danmark.
? Nú satsi eg hundrað prosent upp á hendan tónleikin. Vit hava arbeitt við løgunum í eini tvey ár, og nú vóna vit, at fløgan fer at geva okkum møguleikan at sleppa spæla ymsastaðni í Danmark, sigur Maria Guttesen.
Bólkurin hjá henni kallast Devided Minds, og fløgan, sum hon skal geva út, verður vónandi tøk í donskum sølubúðum í oktober mánaði.

Undirvísir
Maria Guttesen flutti fyri 17 árum síðani til Danmarkar, og síðani hevur hon búð meginpartin av tíðini í Århus.
Fyri tveimum árum síðani tók hon prógv á Musikkonservatorinum í Århus, og síðani hevur hon fingist við tónleik burturav.
Arbeiðið hevur verið at undirvísa í tónleiki ? bæði sangi og framførslu ? og seinastu tíðina hevur hon havt fleiri enn 60 næmingar um vikuna. Nú skal hetta talið skerast niður, tí hon ætlar at gera meira við tað tónleikin hjá sær sjálvari.

Arbeitt í tvey ár við løgunum
Hon arbeiðir nógv saman við Stephan Nørrelykke, sum hon hitti á konservatorinum í Århus. Tey hava seinastu tvey árini arbeitt við løgunum, sum skulu verða á nýggju útgavuni.
? Eg havi ongantíð áður arbeitt so leingi við sama tónleiki, so eg vóni, at úrslitið eisini verður gott, sigur Maria Guttesen.
Vónin hjá teimum báðum og hinum, sum spæla saman við teimum, er, at tey kunnu koma fram í Danmark og fáa møguleikan at spæla á konsertum ymsastaðni.
Umframt sín egna tónleik hevur Maria Guttesen eisini arbeitt saman við øðrum tónleikarum um teirra tónleik. Hon hevur lagt onkrar innspælingar fyri danskar tónleikarar til rættis, og hon hevur eisini verið við í onkrum føroyskum samanhangi.

Langt síðani seinast
Fyri tíggju árum síðani var ein av minniligu konsertunum á Jazzfestivalinum við Mariu Guttesen og James Olsen, men síðani hevur Maria ikki sungið á hesum festivali, sum hevur havt so stóran týdning fyri føroyskan tónleik.
? Mikukvøldið fari eg bara at spæla sangir, sum vit sjálvi hava skrivað. Meginparturin verður løgini, sum vit fara at geva út seinni í ár, men eg fari eisini at tríva í okkurt av tí gamla, sigur Maria Guttesen, sum hevur givið eina solofløgu út í Føroyum.
Tað verður ikki vanligi bólkurin hjá Mariu, sum fer at spæla á konsertini í Norðurlandahúsinum. Úr Danmark hevur hon brøðurnar Stephan og Johannes Nørrelykke við sær, og afturat teimum verður beiggi Mariu, Gunnar Guttesen, eisini við á pallinum.
? Hetta er ein nakað øðrvísi samanseting av bólkinum enn vanligt, men eg gleði meg nógv at spæla saman við teimum til konsertina, sigur Maria.

Nógv gott føroyskt
Føroyska songkvinnan í Danmark hevur ongar ætlanir um at flyta heim til Føroya.
? Eg eri ein rættur føroyingur, men eg trívist sera væl í Århus. Eg vil fegin arbeiða saman við føroyskum tónleikarum, og eg vóni eisini, at eg kann koma til Føroya at spæla seinni, sigur hon.
Maria fylgir væl við í tí, sum hendir í Føroyum, og hon fegnast eisini um tað, sum hevur hent í føroyskum tónleiki.
? Tað eru nógv spennandi nøvn komin fram í Føroyum seinastu árini, og tað er fantastiskt. Eg havi sjálv lurtað nógv eftir fløguni hjá Eivør Pálsdóttir, sum eg haldi er ótrúlig, og so er tað eisini Teitur, sum hevur klárað seg sera væl.
? Guðrun Jacobsen stóð seg sera væl í Stjerne for en aften, og eg ivist ikki í, at hennara avrik kann hjálpa øðrum føroyskum tónleikarum at koma fram í Danmark. Nú vita danir, at vit hava dugnaligar tónleikarar í Føroyum, sigur Maria Guttesen.
Hon verður kanska sjálv ein av teimum, sum kann fáa ágóðan av sigrinum hjá Guðruni Jacobsen, tí um einar fýra mánaðir verður øll orka løgd í at vinna fram í Danmark við nýggjari útgávu.