Maria Marsten 65 ár

Týsdagin 21. novembur fyllir Maria Marsten, Klaksvík, 65 ár.

Hon er kona Oddmar Marsten og dóttir Jákup Andrias og Fridu Heinesen, sum búðu á Vágsheygnum. Oddmar og Maria eiga Fridu, Palla, Mirjam og tvíburðarnar Noomi og Rutt. Tey eiga níggju ommu og abbabørn. Tað fyrsta var ein Oddmar Marsten, og tað næstnýggjasta eitur Maria Marsten. Hini eita Joan, Bárður, Marjun, Jacob, Salomon, Ísakur og Jónatan. Fýra av dreingjunum vórðu føddir í 2003. Bárður var fyrsti føroyingur tað árið.
                      Tað er nógv, sum kann sigast um Mariu. Fyrst og fremst man hon vera kona, mamma, vermamma og omma umframt at hava systkin og vinir og alt, sum hartil hoyrir. Hon hevur sína dagligu gongd í Heimavirkinum, so har sær hon nógv fólk. Hon hevur leigað summarhús út og havt bed & breakfast í mong ár. Oddmar hevur altíð verið ein høvuðsstuðul í Betesda, bæði í sangi og annars, og øll familjan hevur verið nógv í Betesda. So tað eru nógv fólk, sum kemur í samband við Mariu. Húsini hava altíð staðið opin fyri fólki, og familjan flokkast um hana. Hon hevur livað eitt langt lív millum góð fólk, og so hvørt sum tað doyr burtur av í eldra endanum, økist talið í yngra endanum.
                      Tað eru ikki bara fólk, sum eyðkenna lívið hjá Mariu. Hon hevur hendurnar hjá foreldrunum og kanska serliga mammuni. Hon er hondarbeiðskona burturav. Eru tað ikki stokkar og tógv, so er tað vevurin ella skinn ella seyming. Tað, sum ikki er gjørt fyri fólk, fer í Heimavirkið. Heimavirkið og ommubørnini fara við tí nógva av tíðini. Var tað ikki so, hevði hon helst bara sitið og gjørt hondarbeiði.
                      Frida, mamma Mariu, var kend seymikona. Tær vóru sum eitt, Maria og Frida. Tá Maria sigur frá um mammu sína, lýsir alt rundan um hana. Tað er ikki ikki ov nógv at siga, at Maria hevur ein hondarbeiðsarv at bera eftir mammu sína. Konurnar keypa ikki seymaðar kjólar nú sum fyrr, men tað er so nógv annað, og alt verður selt, og alt verður brúkt og prýðir og er til nyttu fyri føroyingar og útlendingar.
Maria er frásøgufólk av gamla slagnum. Hon sigur frá søgum og hendingum frá gamlari tíð, og nógv er ikki niðurskrivað. Tað er serliga um slekt og Klaksvík og bygdirnar, sum hon og Oddmar eru ættað úr. Maria er ommudóttir stóra Martin, ein av niðursetumonnunum í Vatnsoyrum. Haðani eru nógvar søgur.
                      Børnini hava øll arvað tað handaliga, men eingin fæst við hondarbeiði burturav. Frida er heimasjúkrasystir og Mirjam eru narkosusjúkrasystir. Rutt er bakari, og Noomi lesur lívfrøði, meðan Palli er elektrikari og maskinmeistari og siglir við Maersk.
                      Maria og Oddmar eru í fullum svingi hvønn dag, men tey arbeiða ikki meira enn so, at tey hava góða tíð til tað, sum tey eru best við. Tey eru hugnalig at koma inn til, og tey hugna væl um børn og svigerbørn og ommubørn og øll, sum koma inn.
                      Týskvøldið er opið hús heima hjá Oddmari og Mariu á Jørundsgøtu 30.