Maria Olsen framsýning í Esbjerg

Fotomyndir hjá Mariu Olsen verða í hesum døgum sýndar fram á Fiskeri- og Søfartsmuseet í Esbjerg.

Aftan á væl eydnaðar framsýningar í Stockholm og Keypmannahavn verða fotomyndir úr bókini ‘Images of Fishermen’ nú sýndar fram í Esbjerg.

Fyrr í november læt framsýningin ‘Havfiskeri på Nordatlanten’ upp á Fiskeri- og Søfartsmuseet í Esbjerg við fotomyndum eftir Mariu Olsen. Talan er um myndafrásagnir frá fiskitúrum, sum tann føroysk-svenski fotografurin tók umborð á fiskiskipum úr Føroyum, Hetlandi, Íslandi og Grønlandi á vetrinum 2005-2006.

Fotografurin hevur avmyndað arbeiðið við garnaveiði eftir havtasku undir Føroyum, línuveiði eftir toski á Eysturlandinum, og trolveiði eftir sild undir Føroyum og Íslandi, eftir rækjum vestan fyri Grønland, og eftir flatfiski og hummara í bretskum sjógvi.

Framsýningin umfatar 30 fotomyndir umframt plakatir við kunning um Norður Atlantshav, fiskimørk og tey smáu oyggjasamfeløgini Grønland, Ísland, Føroyar og Hetland.

Samfundet Sverige-Färöarna stendur sum fyrireikari av framsýningini í samstarvi við Statens Maritima Museer í Svöríki, og við svensk vinafeløg fyri Ísland og Grønland. Framsýningin, sum varir fram til tann 31. januar á Fiskeri- og Søfartsmusset í Esbjerg, er stuðlað av Nordisk Kulturfond.

Framsýningin læt fyrstu ferð upp í Sjöhistoriska Museet í Stockholm á sumri 2008, og varð hildin á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn frá mai til august í ár, har umleið 3.000 fólk vitjaðu. Seinni er ætlanin at myndirnar verða sýndar m.a. í Havn og í Reykjavík.

Tær seks myndafrásagnirnar vórðu herfyri útgivnar í bókini “Images of Fishermen: The North Atlantic” við 200 fotomyndum eftir Mariu Olsen og teksti eftir Menakhem Ben-Yami og Búa Tyril.