Marianna: Gott at fáa tey løttu málini

(Rás2) Hoyr Marionnu Holm Jacobsen hjá VÍF seta orð á 33-24 sigurin á Neistanum

Vestmannakvinnur staðfestu sína støðu sum oddalið í hvonndeildin í kvøld.

 

VÍF var á vitjan hjá Neistanum, og tað endaði við einum greiðum 33-24 sigri til VÍF. Í steðginum var VÍF á odda 19-12.

 

Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge orðið á Marionnu Holm Jacobsen hjá VÍF, sum fegnast um, at hon og liðfelagarnir fingu nógv skjót og løtt mál í dystinum í kvøld.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Marionnu Holm Jacobsen seta orð á greiða sigurin hjá oddaliðnum, VÍF ímóti Neistanum.

 

VÍF hevur 31 stig, Kyndil hevur 26 stig. VB spælir ímóti StÍF og vinna vágskvinnur tann dystin koma tær upp á 24 stig. 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Marjuna Danberg hjá Neistanum hoyrist HER