Kyndilskvinnur hava eitt og trýkvart bein í Faxe Kondi finaluni 2018 aftaná ein 31-19 sigur á H71 í tí fyrru hálvfinaluni, sum var spæld í Hoyvíkshøllini í kvøld. Í steðginum var Kyndil á odda 17-8. Tá 13 minuttir vóru farnir var Kyndil á odda 8-0.
Toppskjútti hjá H71 var Maria Halsdóttir Weyhe við 12 málum. Toppskjútti hjá Kyndli var Turið Arge við 11 málum.
Aftaná dystin gjørdi frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge eina samrøðu við Mariannu Geirsdóttir Eystberg, sum skoraði seks mál fyri Kyndil.
Marianna Geirsdóttir Eystberg er serliga væl nøgd við verjuspælið, serliga fyrstu løtuna tá Kyndil var á odda 8-0. Marianna er eisini fegin um, at teir ungu og minni royndu spælararnir sum fingu møguleikan í dag framdu eitt gott avrik á vøllinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Mariannu G. Eystberg aftaná 31-19 (17-8) sigurin hjá Kyndli ímóti H71.
Samrøðan Tróndur Arge hevði við Mariu Halsdóttir Weyhe hjá H71 kann hoyrast HER
Dystarendin sum Tróndur Arge segði frá á Rás2, og samanumtøkan hjá Teiti Joensen, viðmerkjara av dystinum millum Kyndil og H71 kann hoyrast HER