Stjørnuspælarin hjá Liktinstein, Mario Frick, sum spælir fyri Serie A liðið í Italia, Verona, helt, at sigurin hjá Føroyum vera uppibornan.
- Vit spæla ein góðan fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki eru føroyingar nógv meira ágangandi, og fáa trý mál, og samanumtikið vóru teir betra liðið í dag, og høvdu uppiborið sigurin, segði Mario Frick eftir dystin
Mario Frick hevur havt steðg á landsliðnum í 15 mánaðir, og dysturin ímóti Føroyum var hansara fyrsti eftir hann at boðaði frá, at ikki var tøkur til landsliðið.
Spurdur um hann var fegin um at vera á landsliðnum aftur, svaraði Mario Frick, at tað kendist væl, og serliga kendist tað væl at skjóta mál í dystinum
- Í dag væntaði eg, at vit fóru at vinna dystin, og tað er ófatiligt, at vit nú hava tapt tríggjar ferðir ímóti Føroyum, men soleiðis er fótbóltur einaferð, og vit verða bara noyddir at gera tað betri næst ferð, segði ein vónbrotin Mario Frick at enda.